Lagaligari húsafígging á bygd

Nú er hetta ikki kommunupolitikkur, eg bjóði meg fram í, men tað skerst ikki burtur, at landspolitikkur eisini snýr seg um lokal áhugamál.

 

Eg búgvi í Vestmanna og stilli tískil upp fyri Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag. Tað umfatar bygdir, sum eg ikki kenni eins væl og mína egnu heimbygd. Kortini eru felagsavbjóðingar. Mongu tómu húsini í bygdunum skera í eyguni á fleiri. Og tað er ikki júst tekin um trivnað og lív. Tað er heldur ikki ein ábending um øking í fólkatalinum.

 

Upplagda loysnin hevur verið at áseta tænastugjald á tóm hús, og tað er uttan iva ein gongd leið at basa trupulleikanum við tómum húsum, sum eisini eru tað sama sum vantandi kommunuskattur, sum aftur skuldi verið við til at skapt lív og trivnað í bygdunum.

 

Men tað er so nógv annað, sum kann eggja fólki til at búgva á bygd. Betri busssamband, betri vegakervi – herundir tunnil til Vestmannar. Men fyrsta stig er, eftir mínum tykki, at tryggja fólki bústaðir.

Eisini á bygd.

Tað má bera til hjá landi, kommunum og bankum at samstarva um lagaligar lánstreytir til húsakeyp og húsabygging á bygd.

 

Tá ið bankarnir koma út við so stórum yvirskotum sum teir gera í hesum døgum, átti tað at verið møguligt hjá teimum at verið við í okkara strembanum eftir at gera tað møguligt hjá fólki at fáa lán til hús - eisini úti á bygd.

 

Um bankarnir ikki kunnu vera partur av eini loysn á hesi stóru samfelagsligu avbjóðing, so má politiska skipanin umhugsa at skapa møguleikar fyri alternativum fíggingarmøguleikum til húsabygging og húsakeyp.

 

Tað hevði beinanvegin økt um fólkatalið og trivnaðin í bygdunum, sum harvið eisini høvdu verið tryggjaðar eina bjarta framtíð, samstundis sum tað hevði lætt um trýstið á Havnina og miðstaðarøkið.

 

Fyri teg, meg og Føroyar!

 

Rakul í Gerðinum, valevni fyri Tjóðveldi