Í lagi at tosa um hassj

- Vit hava ilt við at síggja, hvør paragraff í revsilógini er brotin, sigur Finn Ougaard, varafúti, sum ætlar, at kanningin av Rás2 og vertunum í »Vinstra víkiskylda« ikki skal taka langa tíð

Tað var eftir sendingina »Vinstra víkiskylda« á Rás2 mikudagin 14. januar, at løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin, Bill Justinussen, valdi at melda Rás2, teimum báðum vertunum, Barbaru Holm og Tjóðhild Patursson og einum ónavngivnum gesti, sum var við í sendingini.

Bill Justinussen var so fortørnaður inn á sendingina, at hann ringdi á politistøðina meðan sendingin var í luftini, fyri at fáa løgregluna at fara oman í Vágsbotn at handtaka unga gestin, sum greiddi frá sínum royndum við at roykja hassj. Hesum eftirlíkaði løgreglan tó ikki, og viku seinni stevndi Bill Justinussen so teimum omanfyri nevndu.

Sosialurin royndi í dagavís at fáa fatur á fútanum, Karen Marie Olesen, men uttan úrslit. Vit vildu í fyrsta lagi fáa staðfest, um fútin hevði móttikið meldingina, og um so var, eftir hvørjari paragraff í revsilógini málið varð kannað út frá.

Ikki fyrr enn í morgun hevur tað eydnast at fingið fatur á, ikki fútanum, sum er burturstødd, men á varafútanum, Finn Ougaard. Og hann váttar, at málið verður kannað.

Í løtuni arbeiðir fútaskrivstovan út frá §742.2 eftir einum »formodning om, at et strafbart forhold er begået«.

- Trupulleikin er, at vit vita ikki, hvør paragraff er brotin í hesum førinum, sigur Finn Ougaard, varafúti.

 

Sosialin sum grund

Sum skilst hongur kanningararbeiðið eitt sindur í leysari luft, tí fútaembætið ikki í løtuni reiðiliga dugir at síggja, hvør paragraff í revsilógini er brotin.

- Vit hava bara fingið eina generella melding, har ikki verður víst til nakra paragraff í revsilógini. So tað, sum vit millum annað gera í kanningararbeiðinum, er at granska tær greinar, sum eru skrivaðar um málið, serliga í Sosialinum frá 22. januar, sigur Finn Ougaard, varafúti.

Hann sigur víðari, at fyrr enn íblandaðu partarnir í málinum eru kunnaðir um, hvar málið í løtuni liggur, ber ikki til hjá honum at úttala seg til miðlarnar.

Men tað stutta av tí langa er, at um tað ikki ber til at staðfesta, at nøkur paragraff í revsilógini er brotin, ber illa til at gera nakað ítøkiligt við málið.

- Vit ætla kortini at royna at gera so skjótt av í hesum málinum sum tað nú einaferð ber til, lovar Finn Ougaard, sum altso í løtuni ikki kann siga so nógv meira, fyrr enn partarnir í málinum er kunnaðir.