Hon er uppvaksin í Nólsoy, har hon sleit sínar barnaskógvar og gekk síni sjey ár í skúla. Foreldrini vóru Lisa og Eirikur. Tey vóru fýra systkin, tvær systrar og tveir brøður, og hon var næst elst. Við fýra árum ímillum misti hon í 1984 og 1988 báðar beiggjar sínar, fyrst Boga og síðan Torleif. Báðir druknaðu í Danmark. Tá hon var 15 ára gomul, fóru foreldur hennara frá hvørjum øðrum, og mamman flutti niður til Danmarkar at búgva. Í 1995 misti hon pápa sín sum doyði bert 58 ára gamal. Tá hon gjørdist vaksin, giftist hon og fekk saman við manni sínum Bent tríggjar synir. Sum árini gingu, helt hjúnarlagið ikki, og hon og maðurin fóru hvør til sítt.
- Jú, man hevur fingið nakrar smeitir í lívinum, og onkuntíð kundi tilveran kennast tung. Men gamalt er, at tað, sum ikki knúsar teg, styrkir teg. Lívið hevur lært meg at liva í nú’inum og síggja positivt upp á tilveruna. Tað er so skjótt, at alt kann halda uppat. So, hví ikki royna at fáa sum frægast burtur úr. Í dag eigi eg tríggjar vaksnar synir. Hin elsti er 29, og hin yngsti fyllir 20. Eg eigi eisini ein ommuson, sum er seks ára gamal, og hann er eitt tað besta, sum er hent mær.
Kvinnan, vit práta við, er Gunnvá Eiriksdóttir, sum í ár fer um tey fimmti.
- Eg havi dagligt samband við systir mína Anniku, sum býr í Danmark, har mamma mín eisini býr. Eg havi eitt arbeiði, sum eg elski, og her hitti eg nógv fólk. Hetta er tað, sum mær dámar, sigur hon.
Handilsleiðari
Í umhvørvinum á Sandvíkarhjalla er Gunnvá Eiriksdóttir eitt kent andlit. Hon hevur arbeitt í Vøruhúsinum seinastu 12 árini – ella síðan hin 6. apríl í 1998.
- Seinastu árini havi eg havt starv sum handilsleiðari í búnýtisdeildini í Vøruhúsinum. Eg taki mær eitt nú av innkeypi, ymiskum dagligum uppgávum og viðskiftatænastu. Vit eru trý fólk á hesi deildini í Vøruhúsinum, og aftrat okkum hava vit skúlanæmingar at hjálpa til, tá dagurin líður.
Hon sigur, at samlaða talið av starvsfólki í Vøruhúsinum í dag liggur um 30.
- Tey fyrstu árini, eg arbeiddi á Sandvíkarhjalla, búði eg í Nólsoy og sigldi ímillum við Rituni, men seinnu árini havi eg búð í Havn. Eg hevði slett einki ímóti at sigla, men dagurin gjørdist longri.
Ung til arbeiðis
Sum blaðung genta byrjaði Gunnvá at arbeiða í kioskini hjá gubba sínum Klæminti í Nólsoy, og tá hon var eini 16-17 ára gomul, arbeiddi hon eisini í umleið eitt ár hjá Sam Olsen í Havn.
- Hjá Sam Olsen seldu vit alt millum himmal og jørð – ja, heilt frá rívum til ljósakrónur. Soleiðis var hesin handilin ikki ólíkur búnýtisdeildini í Vøruhúsinum, sum kortini er nógvar ferðir størri.
Gunnvá dámar sera væl at arbeiða innan handilsvinnuna og at hava við fólk at gera.
- Eg kundi slett ikki hugsað mær annað arbeiði. Tú møtir nógvum fólki, og tey allar flestu eru positiv. Og tó; tú fært kanska okkurt glepsið av og á, men tað er undantakið. Mær dámar eisini sera væl at læra um vørurnar, bæði verandi og nýggjar vørur. Hetta er ein áhugaverdur heimur. Í búnýtisdeildini hava vit eitt velduga stórt úrval – ja, vit hava næsta alt undantikið livandi grind, sum Gunnvá brosandi tekur til.
Ung á háskúla
Sum ung gekk Gunnvá Eiriksdóttir á háskúla í Havn, har hon tók tvey skeið. Seinni var hon saman við eini vinkonu á einum musikháskúla í Åsane í Noregi. Í Noregi var hon í eitt ár tilsamans.
- Mær dámdi ógvuliga væl háskúlatíðina, bæði í Føroyum og Noregi. Fólk vóru serstakliga blíð og fyrikomandi, og eg havi alt gott at bera norska fólkinum. Bæði á skúlanum í Havn og í Åsane vóru næmingar úr ymiskum londum, og í Åsane vóru umframt norðmenn, eisini næmingar úr eitt nú Íslandi, Peru og Sri Lanka.
Eftir at Gunnvá giftist Bent Berg, búði hon saman við manni og børnum í seks ár í Åbyen, beint uttanfyri Hirtshals.
- Meðan vit búðu í Danmark, tók eg 9. og 10. flokk, og seinni tók eg eisini nakrar lærugreinar á HF-stigi. Eitt skifti arbeiddi eg eisini á havnaresturatiónini í Hirtshals.
Áðrenn vit sleppa øllum tí, sum Gunnvá hevur fingist við gjøgnum árini, eigur at nevnast, at hon í sínari tíð vaskaði á Tekniska Skúla í Havn í samfull 11 ár.
- Hetta var kvøldarbeiði, og eg hevði líka sum ein bygning fyri meg sjálva, sigur hon.
Fluttu heimaftur
Tá familjan flutti heimaftur til Føroya at búgva hin 1. juni í 1997, fluttu tey út til Nólsoyar at búgva. Her búðu Gunnvá og maðurin saman við børnum sínum í nøkur ár, til hjúnarlag teirra ikki helt meiri.
- Fyrrverandi maður mín verður altíð ein partur av okkum, tí vit eiga børnini saman, sigur hon.
Seinastu árini hevur Gunnvá búð saman við Jóannesi Mouritsen.
Gunnvá Eiriksdóttir hevur verið gjøgnum nógv í lívinum, men sum hon sjálv sigur í samrøðuni, hevur hetta gjørt hana til tað menniskja, hon er í dag.
- Eg eri glað fyri lívið og tilveruna, tó at løtur stundum kendust tungar, sigur hon.