Undir móttøkuni vóru familja, vinir og mong av teimum sum dagliga samstarva við Realin komin saman fyri at heilsa upp á Gunnbjørg, nú hon gevst á stovninum. Óli Heinesen, stjórnarlimur, og Osmund Justinussen, umboðsnevndarlimur í Realinum, hildu røðu fyri henni.
Gunnbjørg hevur arbeitt undir fleiri ymiskum stjórum. Hetta hevur sjálvandi sett stór krøv til starvsfólkini. Realurin og prísráðið høvdu skrivstovu saman í mong ár.
Realurin hevði 50 ára stovningardag í fjør, so Gunnbjørg hevur verið á stovninum meginartin av tíðini, stovnurin hevur verið til. Sum tað varð sagt undir móttøkuni hevur Gunnbjørg altíð verið eitt álitisfólk. Hon var eisini sjálv verið virkandi leiðari á stovninum eitt tíðarskeið.
Gunnbjørg, f. Jacobsen, er ættað av Skála, og er gift við Hendriki Rubeksen, politisti. Tey eiga døturnar Lisu og Honna, og barnabørnini eru 6 í tali.
Gunnbjørg arbeiddi sum skrivstovukvinna hjá P/F Poul Hansen í fleiri ár. Eitt tíðarskeið, meðan Hendrik lærdi til politist, arbeiddi hon eisini á skrivstovu í Danmark.