Lagt upp til oddabrak

Hondbóltur: Við sigrinum sunnudagin tryggjaðu klaksvíksgentur oddasessin, men enn eru ikki allar súður syftar, tí longu komandi vikuskifti kann Kyndil koma upp á liðina av Stjørnuni, tá oddaliðini bæði bresta saman á Hálsi

Stjørnan-VB

29-24 (17-12)


Annan dagin á rað skuldu vágsgenturnar í eldin, tá tær sunnudagin vóru staddar í Klaksvíkini. Eftir góða avrikið dagin fyri, vóru vónirnar fyri einum líkinda úrsliti ivaleyst til staðar, og eina løtu var eisini líkt til, at VB skuldi geva Stjørnuni eina ógvuliga harða mótstøðu


Fylgdust væl

Tað var nevnliga soleiðis, at liðinin bæði fylgdust, til fyrri hálvleikur var á leið hálvrunnin. Tá gjørdi Stjørnan av, at seta ferðina nakað upp, og eftir stuttari tíð høvdu tær vunnið sær eina 5 mála leiðslu.

Hesin munur helt sær so, tað sum eftir var av dystinum, og hóast VB sostatt megnaði at fylgja stjørnuni efitr hetta lopið, so megnaðu tær ongantíð av álvara at hótta sigurin hjá heimaliðnum.

Hetta er kanska enn eitt dømi um, hvussu væl klaksvíksgenturin eru fyri kropsliga. Í fleiri dystum hevur gongdin verið soleiðis, at liðini fylgjast væl eina løtu, men so brádliga eksploderar Stjørnan, og rennir undan øllum.

Ivaleyst ber hetta eisini boð um, at leikararnir hjá Stjørnuni eru sera væl fyri tekniskt. Serliga er tað Vesna, sum megnar at spæla sera skjótan hondbólt, men sum so oftani sagt áður, so er Stjørnan meira enn bert tann eini leikarin.


Ikki bert Regina

Fleiri ferðir hevur verið ført fram, at VB liðið í ov stóran mun stendur og fellur við, hvussu lagið er á Reginu Radó, men hetta tykist ikki longur at vera heilt so rætt.

Í hvussu so er hevði VB tveir ymiskar toppskjúttar hetta vikuskifti, og tær vóru báðar føroyskar.

Eftir at Gurið hevði gjørt eitt gott hál leygardagin, varð tað sunnudagin Arnleyð, sum fór at gera rættuliga vart við seg. Gleðiligt er at staðfesta, at tað nú er líkt til, at hinir leikararnir á liðnum eru farnir at gera um seg.

Alt gott um Reginu, tí hon er einastandandi góður leikari, men skal VB standa seg móti oddaliðunum, er eisini neyðugt, at hinir leikararnir vilja og tora at taka ábyrgd, og sum gongdin hevur verið nú seinastu dystirnar, so er eisini líkt til, at hetta er í fer við at henda.

Hvussu langt hetta so fer at røkka á stigatalvuni vil tíðin so vísa, men í øllum er líkt til, at tær kunnu fara at spæla onkrum oddaliðið eitt puss, um skilið framhaldandi fer at verða eins gott, og tað var hetta vikuskifti.


Framvegis favorittar

At klaksvíksgenturnar framvegis eru favorittar at vinna FM heitið er lítið at ivast í. Enn hava tær tó ikki skrætt seg heilt leysan frá nærmastu kappingarneytunum, og komandi vikuskifti skulu tær so til Havnar, har tær skulu royna seg móti Kyndli.

Seinast hesi liðini hittust, var munurin ikki tann stóri, men tað er eftir hondini við at vera langt síðani, tí tá var nevnliga talan um fyrsta dystin í grundspælinum.

Megnar Kyndil at koppa Stjørnuni í komandi dystinum, verður støðan tann, at liðini bæði fara at liggja púra jøvn, tá endaspælið fer í gongd, og so kann alt brádliga gerast rættuliga spennandi.


Dysturin í tølum:

Stjørnan: Vesna Tomajek 14 (9), Joan M. Joensen 5, Annika Ljósstein 3, Anna K. Samson 3, Andreana Milodanovic 2, Jastrid Gullaksen 1, Una Olsen 1

VB: Arnleyð Krosslá 9, Regina Radó 5 (3), Christina Holm 3, Rannvá Augustinussen 2, Gurið Mortensen 2, Sólrun Krosslá 2, Laila Jespersen 1

Brotskøst: Stjørnan 9, VB 3

Útvísingar: VB 2

Dómarar: Alfred Hummeland og Erling Hansen