Vinnulív
Vágur: Støðan hjá spildurnýggja og ógvuliga framkomna laksavirkinum í Vági er alt annað enn góð.
Tað ásannar Heri Hjelm, stjóri á virkinum.
Alivirkið hjá Hera Hjelm í Vági, er eitt av virkjunum í Føroyum, sum Pan Fish eigur ein stóran part av og nú norska stórfelagið er í álfvarsligum trupulleikum, veit Heri Hjelm ikki, hvar hann flýtur.
?Støðan er ógvuliga ógreið og vit vita onki, hóast eg haldi, at ein glotti er fyri framman.
Heri Hjelm sigur, at Pan Fish eigur 33% av alibrúkinum á sjónum og meiri enn helmingin av virkinu á landi.
Og hann ásannar, at støðan er ógvuliga trupul.
Ógvulig harða byrjan
Eitt er tað, at laksavirkið hevur verið fyri fleiri álvarsligum bakkøstum.
Bæði á jólum í fjør og í vár mistu teir fisk í hundraðtúsundatali, tá ið aliringar slitu í óveðri og aftur nú í heyst fór ein ringur til botns, men missurin hesuferð var ikki so stórur, sigur Heri Hjelm.
Og omaná alt fekk hann eisini ILA í eitt av brúkunum.
Alt hetta førdi til, at alt fólkið varð sagt upp nú ímóti ársenda og ætlanin var so at taka virksemið uppaftur ímóti sumri.
Arbeitt verður eitt sindur hesa vikuna afturat, so verður lagt stilt.
Men nú Pan Fish er komið í álvarsligar trupulleikar veit hann onki, men hann er bjartskygdur av nátúr og hann vónar, at tað fer at bera til at finna eina loysn, so at Pan Fish kann halda fram.
Partabrøvini í Pan Fish eru rapa í botn og felagið er í veruleikanum farið av knóranum.
?Í løtuni liggur í kortunum, at bankarnir yvirtaka Pan Fish og leggja ein part av skuldini um til partapening.
Heri Hjelm sigur, at hendir tað, sær tað ikki so galið út, tó at tað verður ein stórur missur hjá partaeigarunum og eisini honum sjálvum.
? Tað hevði verið øgiliga gott fyri Pan Fish og sostatt eisini fyri okkum.
Fer at standa nógv á
Hann heldur, at bankarnir vilja treyðugt lata Pan Fish fara á húsagang, tí so missa teir fimm milliardir og tí vilja teir royna at avmarkað tapið so nógv sum gjørligt.
Fer Pan Fish á heysin, fer samstundis alt virksemið, sum teir eru uppi í, fyri bakka og verður selt.
Tí hevði tað verið ein góð loysn, soleiðis sum støðan nú er, at bankarnir umskipaðu ein part av skuldini til partabrøv sum teir síðani kunnu selja aftur, so hvørt.
Men at tað so verður við nýggjari leiðslu og nýggjari nevnd, eru øll greið yvir.
Og Heri Hjelm veit ikki enn, hvørja hugsan nýggja leiðslan og nevndin í felagnum fer at hava um virksemið í Føroyum.
? Vit hava havt so ringa byrjan, at tað gongur ikki uttan so, at eigararnir spjað til. Og hugburðin hjá møguligum nýggjum eigarum til tann spurningum, kenna vit ikki.
Tað einasta, hann veit, er, at tað er ávísur áhugi fyri maskinunum á laksavirkin um í Vági.
?Vit hava ikki megnað at goldið maskinurnar, so tað hevur Pan Fish gjørt. Norðmenn hava verið í Vági og hugt eftir maskinunum. Og kemur nýggja leiðslan í Pan Fish til ta niðurstøðu, at maskinurnar gera størri gagn onkra aðrastaðni, kann alt henda, eisini at maskinurnar verða tiknar úr virkinum og fluttar onkra aðrastaðni.
? Í løtuni er bara at bíða og vóna tað besta, leggur hann afturat.
? Hóast eg vænti, at tað fer at laga seg, er ikki yvir at dylja, at tað fer at standa nógv á tað komandi árið, tí vit fingu so ringa byrjan og so at hetta kom afturat.
?Í øllum førum vónar hann ikki, at teir fáa ILA at berjast við aftur, so so verður ikki gott. Tí royna teir at koppseta fiskin.
Pan Fish eigur nógv í alivinnuni í Føroyum. Eigur støðan nú at fáa okkum at umhugsa støðuna viðvíkjandi útlendskum pengum í vinnulívinum í Føroyum.
? Tað veit eg ikki, tí kann bara tíðin vísa. Men eitt er so vist, at var útlendskur peningur ikki uppií, varð virkið als ikki bygt yvirhøvur. Sjálvi hava vit ongan møguleika at byggja eitt virki sum hetta, tí tað hevur ikki sæð sín líka áður.
? Og vit mugu eisini staðfesta, at tað hevur riggað ómetaliga væl. At tað so blivu so nógv bakkøst er ein onnur søga, sigur Heri Hjelm.