Herfyri var ein stór grein í The Telegraph um føroyska Hidden Fjord laksin frá felagnum Luna. Hidden Fjord laksurin verður av fleiri kræsnum gómum mettur sum nakað av tí besta, sum yvirhøvur fæst, og er nógv umbiðin á eitt nú amerikanskum sushimatstovum. Sum eitt serligt tilboð fáa gestirnir á G! høvið at royna hendan laksin grillaðan av kokkunum á Hotel Føroyum. Og tað er púra ókeypis. Bara tú hevur eitt G!-atgongumerki. Tað er Luna við Atla, Páll og Regin Gregersen, sum letur laksin til endamálið.
- Okkara mál við hesum er at lata føroyingar sleppa at royna Hiddenfjord laks, sum vit annars bert selja til onnur lond, sigur Atli Gregersen, stjóri.
-Tú kanst siga, at hetta er okkara íkast til at gera G! Festivalin enn betri, sigur Jón Tyril.
Jón Tyril, ein av fyriskiparunum av G! leggur afturat
-Við hesum tiltaki sleppa vit at bjóða føroyingum eina eyka sansaliga uppliving við einum matbita í heimsflokki. Og tað er framleitt í Føroyum úr føroyskari rávøru. Tað er slíkt sum styrkir okkara samleika og ger okkum errin av okkara egna, sigur Jón Tyril.
Luna sum framleiðir Hidden Fjord Laksin hevur sín uppruna í Gøtu og er partur av fyritøkuni hjá Gregersen brøðrunum, sum byrjaði fiskavirksemið í 1929 í niðurbrendu húsunum har sum Grundin er nú.