Tróndur í Gøtu er nú eisini liðugur við makrelkvotuna Tróndur í Gøtu hevur verið í Lerwick og landað umleið 400 tons av makreli til matna. Teir landaðu í gjár.
Meðalvektin á makrelinum var um 400 gram, og fyri hann fingu teir 11,20 norskar krónur fyri kilo.
Tróndur í Gøtu hevur nú fiskað sína makrelkvotu.