Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð hava fingið betri atgongd til upplýsingar, ið eru viðkomandi fyri at staðfesta fíggjarligar váðar. Tað upplýsir Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi í dag, ið snýr seg í høvuðsheitum um ein fund í dag millum danska vinnumálaráðharranum, Rasmus Jarlov, og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss.
Í tíðindaskrivi verður víst á, at tað á fundinum bleiv upplýst, at lóggávan er broytt, soleiðis at Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya nú beinleiðis kunnu heinta upplýsingar, ið eru viðkomandi fyri at staðfesta fíggjarligar váðar, frá føroysku peningastovnunum.
Á fundinum, har stjórin í danska Fíggjareftirlitinum og embætisfólk úr danska vinnumálaráðnum eisini vóru til staðar, vórðu ymisk fíggjarlig evnir við tilknýti føroyska búskapin til viðgerðar. Harímillum bleiv støðan í føroysku peningastovnunum umrødd, hvussu ein møguligir danskur limaskapur í Evropeiska Bankauniónini kann ávirka føroyska fíggjargeiran og nýggja varskógvaraskipanini hjá Fíggjareftirlitinum, ið eisini er galdandi fyri føroyskar bankar.
Umframt ymiska kunning frá donsku gestunum, so kunnaði landsstýriskvinnan eisini um búskaparstøðuna í Føroyum, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.
Upplýst verður, at fundirnir millum danska vinnumálaráðharran, Fíggjareftirlitið og føroysku landsstýriskvinnuna eru afturvendandi fundir, hvørs endamál m.a. er, at føroyskir myndugleikar javnan verða kunnaðir um støðuna í føroysku peningastovnum, og at umrøða støðuna í altjóða fíggjarheiminum sum heild.