Tað sigur Landsbankin í grein, sum stovnurin hevur lagt á heimasíðu Landsbankans í morgun.
Landsbankin skrivar, at »strategisk misrepresentation er ein vanligur trupulleiki í verkætlanarleiðslu«. Hetta er, tá vit tilvitað misbrúka upplýsingar fyri at fáa eitt mál samtykt, sum tildømis tá Løgmansskrivstovan yvirdrívir útreiðslurnar av Smyrli í framtíðini og undirdrívir kostnaðin av Suðuroyartunlinum.
Landsbankin vísir á vandan við hesum og heldur, at fyri at minka um avleiðingar av hesum eigur politiski myndugleikin at seta óheftar ráðgevarar, sum kunnu eftirkanna tær metingar og upplýsingar sum eru latnar í hesum máli.
– Politiski myndugleikin eigur eisini at tryggja, at allir upplýsingar eru opnar og gjøgnumskygdar, so tað gerst torførari at skeikla upplýsingarnar fyri borgarunum. Sum nú er, liggja nógvir av upplýsingunum og metingunum í P/F Suðuroyartunnil, ið er eitt alment partafelag, sum ikki er fevnt av almennum innlitið, skrivar Landsbankin.
Her er greinin, sum Landsbankin hevur lagt út í morgun:
Avbjóðingar í stórum verkætlanum – strategisk misrepresentatión
Stórar verkætlanir hava ofta trupult við at halda tíð og kostnað. Bent Flyvbjerg, ið er granskingarleiðari innan verkætlanarleiðslu, vísir á vandar við stórum verkætlanum.
Bókin “How big things get done” vísir á, at stórar verkætlanir ofta hava trupult við at halda tíð og kostnað. Orsøkirnar til tað eru fleiri, millum annað ov vánaligar fyrireikingar, bjartskygdir skeivleikar og strategisk misrepresentatión.
Strategisk misrepresenatión
Strategisk misrepræsentation er, tá ið fólk ella feløg tilvitað og systematiskt skeikla ella misbrúka upplýsingar til frama fyri einum ávísum endamáli. Tað kann til dømis fevna um at undirmeta kostnaðir og yvirmeta ágóðar fyri at fáa eina verkætlan góðkenda. Í hesum føri pellar man tilvitað fyri at fáa verkætlanina samtykta.
Landsstýrið hevur lagt fram uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Sum fylgiskjal til hetta uppskot er Fíggingarleistur, Løgmannskrivstovan, oktober 2024. Í hesum skjalið verður sett upp eitt roknistykki um, hvussu ein Suðuroyartunnil ávirkar fíggjarlógina samanborið við verandi farleið við Smyril. Skjalið leggur upp til, at hetta roknistykkið kann liggja til grund fyri støðutakan um at bora ein Suðuroyartunnil ella ikki.
Í roknistykkinum verður Smyril gjørdur so dýrur sum møguligt, ið sostatt er eitt dømi um strategisk misrepræsentatión. Til dømis vísir roknistykkið ein miðalkostnað á 146 mió. kr. um árið fyri Smyril frá 2035 og 30 ár fram. Fíggjarmálaráðið, sum er myndugleikin á økinum tá tað kemur til fíggjarlóg, vísir tó á í sínum hoyringssvari, at rætti kostnaðurin við somu fortreytum, sum eru settar upp fyri hetta roknistykki, er 130 mió. kr.
Roknistykkið ger hinvegin Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt. Til dømis ”fær” Suðuroyartunnilin 1,35 mia. kr. sum innskot, meðan Smyril einki innskot hevur. Sostatt er talan um eina samanbering av tveimum loysnum, sum ikki kunnu samanberast fíggjarliga. Hetta dømið bendir á, at politiski myndugleikin tilvitað pellar fyri bæði sær sjálvum og borgunum í landinum fyri at fáa verkætlanina samtykta.
Strategisk misrepresentation er ein vanligur trupulleiki í verkætlanarleiðslu. Fyri at minka um avleiðingar av hesum eigur politiski myndugleikin at seta óheftar ráðgevarar, sum kunnu eftirkanna tær metingar og upplýsingar sum eru latnar í hesum máli. Politiski myndugleikin eigur eisini at tryggja, at allir upplýsingar eru opnar og gjøgnumskygdar, so tað gerst torførari at skeikla upplýsingarnar fyri borgarunum. Sum nú er, liggja nógvir av upplýsingunum og metingunum í P/F Suðuroyartunnil, ið er eitt alment partafelag, sum ikki er fevnt av almennum innlitið.