U21-landsdysturin ímillum Føroyar og Norðurmakedónia, sum skuldi verið leiktur á Tórsvølli klokkan 17.00 í dag, verður av ongum.
Kuldin seinastu dagarnir hevur bitið hart á Tórsvøll, og hóast nógv er gjørt fyri at fáa umstøður at spæla, ber ikki til at hava landsdystin í dag.
Sí eisini:
Kuldin argar U21-landsdystin í kvøld - Taka nú støðu klokkan 12
Seinasti saltlakin var lagdur á vøllin fyrrapartin, men tað eydnaðist ikki at tina vøllin nóg mikið.
Nú klokkan 12 hittust umboð fyri FSF, norðurmakedónska fótbóltssambandi og UEFA á Tórsvølli, og tey máttu ásannað at dysturin verður av ongum í hesum umfari. Dómararnir høvdu seinasta orðið í avgerðini, men tað tóktist at vera semja um at, umstøðurnar ikki vóru til fótbólt.
Partarnir fara nú undir at samráðast um nýggjan dystardag, men tað verður ikki fyrsta dagin, tí dagurin skal passa í álmanakkan hjá UEFA.
Norðurmakedónski hópurin ferðast heim aftur í morgin áðrenni.
##med2##