Landskassin 650 milliónir í yvirskoti í ár

Bæði innflutningur og útflutningur eru nógv vaksin, men avlopið á handilsjavnanum er mestsum horvið

-Ferðin á føroyska búskapinum er stór. Tí er tað av alstórum týdningi, at rikin verður ein strammur búskaparpolitikkur, har almennu verklagsjáttanirnar ávirka virksemið í landinum sum minst, og har vit halda aftur í lønarvøkstrinum.

Tað segði Anfinn Kallsberg í løgmansrøðuni, sum hann legði fram, tá ið tingið varð sett ólavsøkudag.

Hann vísti á, at føroyski búskapurin er framvegis í stórum vøkstri og tí er tað tað neyðugt at fylgja neyvt við gongdini í búskapinum.

Løgmaður segði, at vøksturin í lønarútgjaldingunum hesi seinastu árini hevur verið millum 7% og 10%.

-Hesin vøksturin sær út til at standa við. Fyrra hálvár í ár eru samlaðu lønarútgjaldingarnar 10% hægri enn sama tíðarskeið í 1999. Í meðal hava framleiðsluvinnurnar havt ein lønarvøkstur upp á 11% í fyrra hálvári í 2000, sammett við sama tíðarskeið í 1999.


Vaksin 32%

Anfinn Kallsberg segði eisini, at rættiliga stórur vøkstur hevur verið í innflutninginum seinastu árini. Innflutningurin vaks 10% frá 1997 til 1998 og 16% 1998 til 1999.

- Tøl eru enn bert tøk fyri fyrsta ársfjórðing í ár, og tey vísa, at samlaði innflutningurin tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár er 32% størri enn somu tíð í fjør. Størsti vøksturin er í innflutninginum av brennievni v.m., sum 1. ársfjórðing í ár er vaksin við 101 mió. kr. ella 131% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin av skipum var 1. ársfjórðing 68 mió. kr. ella 118% størri enn sama tíðarskeið í fjør.

-Taka vit hesar bólkarnar burtur úr, er samlaði innflutningurin 15% hægri 1. ársfjórðing í 2000 enn somu tíð í fjør.

- Annars heldur tann stóri vøksturin fram í innflutninginum av tilfari til byggivinnuna, aðra framleiðslu og av maskinum, har vøksturin var ávikavist 21%, 16% og 16%.

- Innflutningurin til beinleiðis nýtslu vaks 6% frá 1998 til 1999, meðan vøksturin í fyrsta ársfjórðingi í 2000 var 16% størri enn í somu tíð í fjør. Harafturímóti sær út til, at tann stóri vøksturin í innflutninginum av bilum er steðgaður. Innflutningurin av persónbilum var 7% minni fyrsta ársfjórðingi í ár, sammett við somu tíð í fjør.

Men tað er ikki bara innflutningurin sum veksur, tí tað ger útflutningurin eisini.

- Útflutningurin uttan skip hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini. Útflutningurin vaks frá 1997 til 1998 við 14% og frá 1998 til 1999 við 11%. Útflutningurin fyrstu 5 mánaðirnar í 2000 er 10% hægri enn sama tíðarskeið í 1999.

Annars vísti Anfinn Kallsberg á, at kappingarførið hjá útflutningsvinnuni er munandi batnað seinastu árini. Tað er av týdningi, at gongdin í lønarhækkingum verður hóvlig tey komandi árini, so kappingarførið ikki aftur versnar sammett við tey lond, sum okkara útflutningsvinna kappast við.

Hann segði, at yvirskot hevur verið á handilsjavnanum øll 90-árini, men hart trýst hevur verið á handilsjavnanum seinastu árini. Búskaparvøksturin hevur verið stórur, og hóast útflutningurin er vaksin, er innflutningurin vaksin meira.

- Úrslitið er, at avlopið er minkað. Fyrsta ársfjórðing í ár eru tó 68 mió. kr. í avlopi á handilsjavnanum, tá skip ikki eru tald við. Verða skipini tikin við, er avlopið 11 mió. kr.

Ferðin á búskapinum sæst aftur í inntøkum landskassans. Í 1999 var yvirskotið á fíggjarlógini 648 mió. kr., og broytist gongdin ikki stórvegis, verður yvirskoti minst líka stórt í ár. Fyribilsskatturin hjá landskassanum í fyrra hálvári í 2000 er 61 mió. kr. ella 13% hægri enn sama tíðarskeið í 1999 og hann er væl hægri enn mett á fíggjarlógini.


Mugu halda aftur

Fíggjarpolitikkurin hevur stórt sæð verið at halda aftur í vøkstrinum í útreiðslunum á fíggjarlógini.

Íløgutørvurin hevur verið og er stórur, men hóast tað og stóran búskaparvøkstur hevur borið til at halda aftur í almennu íløgunum. Arbeitt verður við eini langtíðarverklagsætlan fyri landskassan, sum skal samskipast við eina langtíðarverklagsætlan hjá kommununum. Ætlanin er at gera eina 10 ára ætlan fyri landskassan og eina 5 ára ætlan fyri kommunurnar.

Endamálið er at sleppa undan teimum stóru búskaparsveiggjunum og meira brúka almenna virksemið til at stýra búskaparligu gongdini í samfelagnum.

Tað verður hildið ráðiligt í løtuni at byggja fyri 160 ? 170 mió. kr. um árið, og roynt verður at leggja íløgurnar har í landinum, sum virksemið ikki er so stórt. Tó verður neyðugt at byrja umvælingarnar á Landssjúkrahúsinum.

Hann segði, at ætlanin er at verklagslætlanin skal endurskoðast hvørt ár. Men sjálvt um tølini verða broytt eftir umstøðunum, er tað umráðandi ikki at víkja frá sjónarmiðnum um at brúka løguætlanina sum eitt amboð at stýra búskapinum, so tað almenna ikki er við til at skumpa undir eina skeiva búskapargongd.

Anfinn Kallsberg segði, at tað verðu eisini neyðugt at halda aftur í almennu lønunum og landsstýrið miðjar framvegis efftir at reka ein varnan lønarpolitikk.

Løgmaður segði eisini, at almennu útreiðslurnar eru ikki minkaðar í krónum seinastu árini. Men vøksturin hevur verið minni enn vøksturin í inntøkunum. Tað hevur eydnast at økja yvirskot landskassans ár undan ári, og hevur landskassin í dag eitt sera gott gjaldføri.

-Nettouttanlandsskuldin er burtur. Skuldin hjá landskassanum til danska statin er framvegis 4,5 mia. kr., men nettoskuldin hjá landskassanum er umleið 3 mia. kr., tá ið tað, sum stendur í Landsbankanum, verður tikið við. Nettoskuldin hjá landskassanum er væl lægri, um peningur, sum liggur í grunnum og virðið av Føroya Banka verður tikið við.

- Eitt úrslit av rikna politikkinum er, at tað almenna er ein minni partur av samlaða búskapinum. Hetta er eitt politiskt ynski, sum hevur staðið frammarlaga hjá samgonguni, segði Anfinn Kallsberg.