Landsliðið til Thailands

Fríggjadagin 22. mars skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Eysturríki og Føroyar møtast í HM-undankappingardysti á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien.

 

Tað skrivar FSF á heimasíðu síni.

 

Og sum fyrireiking til landsdystin móti eysturríkarum er nú avgjørt, at føroyska liðið fer á venjingarlegu í Thailandi í døgunum frá 14. til 23. februar. ??

 

Avtalan er komin í lag eftir innbjóðing frá thailendska fótbóltssambandinum og sveisisku fyritøkuna Kentaro, sum eigur rættindini til heimadystirnar hjá føroyska A-landsliðnum.??

 

Umframt venjingar, skal føroyska A-landsliðið eisini royna seg í dysti móti Thailendska landsliðnum, sum á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er á 138. plássi.??

 

Hvørjar leikarar landsliðsvenjarin, Lars Olsen velur at taka við til venjingarleguna í Thailandi er ikki greitt enn, men væntandi úttekur venjarin hópin seinni í hesi vikuni.