Landsliðið upp á pláss aftur

Tað er lívligt og undirhaldandi í Gundadali, har NSÍ vitjar HB.

Beinanvegin eftir steðgin varð Øssur Dalbúð skiftur inn í NSÍ álopið fyri Andy Olsen. Lítil løta var farin, tá ið Tróndur Vatnhamar stórbjargaði eftir roynd frá Jónhardi Frederiksberg.

Síðani hevur HB framt tvær útskiftingar. Hans á Lag fór av vøllinum, Fróði Benjaminsen varð fluttur aftur í miðverjuna, og Andrew av Fløtum varð settur inn í álopið.

Lítla løtu seinni varð Christian Høgni Jacobsen settur inn á HB miðvøllin í høgru fyri Pætur Jørgensen.