Landsliðsvenjarin er miðalnøgdur við avrikið

(FM1) Hoyr Lars Olsen seta orð á avrikið í Malta og samlaða Nations League avrikið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Lars Olsen beinleiðis á FM1 aftaná seinasta Nations League dystin á Malta ígjár, har tað endaði við javnleiki 1-1, og einum føroyskum triðja plássi við fimm stigum í bólki 3.

 

Lars Olsen er miðalnøgdur við avrikið. Hann heldur, at menn stríðast væl, men mistøk verða eisini gjørd í hesum dystinum, og keðiligast er, at Malta sleppur at javna beint aftaná René Shaki Joensen hevði lagt Føroyar á odda 1-0.

 

Lars Olsen hevði sett nøsina upp ímóti einari betri úrtøku í Nations League kappingini, men hann leggur dent á, at tað hevði kravt, at vit vunnu allar okkara heimadystir. Við 10 stigum høvdu vit verið við til tað síðsta í kappingini um at vinna bólkin, men soleiðis skuldi tað ikki verða.