Landsliðið spælir klokkan 11.30

Fjórðingsfinalan hjá føroysku hondbóltsmonnunum verður leikt tíðliga

Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur leikt seg í fjórðingsfinaluna í Emerging Nations Cup, sum verður leikt í Kosovo í hesum døgum. Mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni er Kamerun, og verður dysturin leiktur klokkan 11.30.

 

Føroyska liðið hevur havt eina róliga venjing í morgun, og menninir eru tilreiðar at spæla ímóti Kamerun. Hetta skrivar Hondbóltssambandið á Facebook-síðu sínari.

 

Okkum vitandi verður dysturin ikki stroymaður. Tó hevur Hondbóltssambandið beinleiðis frásøgn á sínari Facebook-síðu, Hondbóltssamband Føroya, um ein ynskir at fylgja dystinum beinleiðis. Sum áður nevnt byrjar dysturin klokkan 11.30.