Landsliðið tapti móti Silkeborg

Fótbóltur: Føroyska fótbóltslandsliðið tapti sín fyrsta dyst á venjingarleguni í Cadiz í Spania

Føroyska fótbóltslandsliðið er sum kunnugt á venjingarlegu í Cadiz í Spania og í tí sambandinum hava teir fingið í lag nakrar venjingardystir.

Tann fyrsti í røðini var sunnudagin ímóti danska superligaliðnum Silkeborg, sum eisini er á venjingarlegu í Spaniu.

Nakrar broytingar eru farnar fram á føroyska liðnum. Óli Johannesen er givin við landsliðsfótbólti, og Jan Dam er skaddur. Tí skuldi verjan umskipast, og hesaferð spældi Arnbjørn Danielsen á aftasta plássi í verjuni.

Framman fyri hann spældu Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen.

Á miðjuni spældu Allan Mørkøre, Magni Jarnskor, Sámal Joensen og Øssur Hansen.

Framman fyri lógu John Petersen og Símun Eliasen og allarfremst lá Jan Allan Müller. Málmaður var ? sjálvandi ? Jens Martin Knudsen.

Vit hava frætt úr Spania, at føroyska landsliðið byrjaði dystin væl, og hevði eftir fimm minuttum sín fyrsta málmøguleika, men skotið hjá Jan Allani Müller fór framvið málinum.

Í 13. minutti varð Rasmus Klemen spældur fríur í føroysku verjuni, og hann útspældi Jens Martin Knudsen til 1-0 til Silkeborg.

Minuttin eftir var aftur galið. Nocko Jokovic tekur bóltin frá føroysku verjuni. Hann setir kós móti málinum og sær, at Jens Martin Knudsen stendur nakað uttarlaga og ger ikki mætari enn at lyfta bóltin upp um hann.

Eftir henda hvøkkin komu føroyingar fyri seg aftur, og hildu bóltin í egnum rekkjum.

Í 24. minutti spældu Øssur Hansen og Jan Allan Müller seg ígjøgnum donsku verjuna, men skotið varð bjargað á málstrikuni.

Minuttin eftir fóru føroyingar aftur í álop, og Øssur Hansen sær, at Sámal Joensen rennur inn um Silkeborg-verjuna.

Sámal fær bóltin frá Øssuri Hansen og skjýtir fram við Peter Kjær sum kemur út í móti.

Jan Allan Müller rennir aftaná bóltinum og eigur seinasta fótin, sum sendir bóltin inn í danska málið.

Føroyingar vóru við at javna í 33. minutti, men Jens Kristian Hansen gleið, tá hann skuldi skjóta.

Í 51. minutti varð Nocko Jokovic sendur av vøllinum fyri eina hevnisøku móti Bartali Eliasen.

Eftir hetta tók Silkeborg seg aftur á vøllin fyri at verja og tí komu teir væl frá.

Føroyingar høvdu ikki nakran gjøgnumspældan málmøguleika í øðrum hálvleiki, men fingu onkran møguleika í sambandi við okkurt hornaspark.

Úr Spania verður sagt, at teir eru nøgdir við avrikið hjá okkara spælarum, serliga tá hugsað verður um, at teir júst eru byrjaðir at venja.

Silkeborg, sum liggur á triðjaplássi í donsku superliguni hava vant í rúma tíð nú.