Allan Simonsen, landsliðsvenjarim ger ikki stóru broytingarnar á landsliðnum, sum skal spæla móti Spania um eina góða viku.
Hann ger sum hann plagar, heldur seg til sínar menn.
Í gjár læt venjarin frætta frá sær, og hann hevur úttikið fylgjandi 18 spælarar: Jens Martin Knudsen, Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen, Jan Dam, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen, Bartal Eliasen, Ingi Rasmussen, Henning Jarnskor, Øssur Hansen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Julian Johnsson, Uni Arge, John Petersen, Jan Allan Müller, Jens Erik Rasmussen og Todi Jónsson.
Einasta broyting í hópinum er at Julian Johnsson verður við ístaðin fyri Allan Mørkøre.
Julian hevði leikbann seinast, meðan Allan er leikbannaður til dystin móti Spania.
Jan Allan Müller hevur ikki spælt farnu tvær vikurnar, men landsliðsvenjarin hevur kortini tikið hann út.
Við ÚF segði Jan Allan í gjár, at hann skal byrja inni í næsta dystinum hjá Esbjerg, sum er móti Hvidovre.
Landsliðið fer avstað mikudagin kl. 17.30, og dysturin móti Spania verður spældur í Gijon leygardagin kl. 19.00 føroyska tíð.