Landsliðið úttikið í annaðkvøld

Føroyska landsliðið skal 14. november takast við Grikkaland í EM Undankappingini

Hóast landskappingin í fótbólti endaði fyri tveimum vikum síðan, so venja 20 spælarar við landsliðnum á Tórsvølli tríggjar dagar um vikuna. Hetta kemst av, at føroyska landsliðið skal spæla móti Grikkalandi leygardagin 14. novembur á útivølli.

 

FSF varpið hevr samrøðu við Lars Olsen. Til ber at síggja hana við at trýsta á pílin á myndini

 

Í tí sambandi verður landsliðið úttikið eftir landsliðsvenjingina í annaðkvøld. Lars Olsen hevur boðað frá, at helmingurin ella so av teimum 21 úr heimligu kappingini sleppa við til Grikkaland.

 

Teir 21, sum fingu boð at venja við vóru:

Hørður Askham, Róaldur Jakobsen, Alex Mellemgaard og Tórður Thomsen, B36.
Hans Jørgensen, B68.
Arnbjørn Hansen og Jónas Tór Næs, EB/Streymur.
Fróði Benjaminsen, Jóan Símun Edmundsson, Teitur M. Gestsson, Levi Hanssen og Heini Vatnsdal, HB.
Páll A. Klettskarð, KÍ.
Pól Jóhannus Justinussen og Klæmint A. Olsen, NSÍ.
Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen, Bárður Hansen, Hallur Hansson, Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur.