Tíðindafundur verður á Tórsvølli í morgin klokkan 10.
Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, fer at kunngera hópin til HM undankappingardystin móti Kroatia, og venjingardystin móti Kasakstan, og Ólavur Mikkelsen, U21 landsliðsvenjari, fer at kunngera hópin til venjingardystin móti Ungarn og EM undankappingardystin móti Frankaríki.
13. nov. Ungarn – Føroyar (U21 / venjingardystur)
14. nov. Kroatia – Føroyar (A / HM 2026)
17. nov. Frankaríki – Føroyar (U21 / EM 2027)
18. nov. Kasakstan – Føroyar (A / venjingardystur)*
* Dysturin verður spældur í Rovinj í Kroatia.











