Landsliðsliðskiparin hevur vunnið fyrsta heiðursmerkið í Rumenia

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í CSM Bukarest vunnu bronsudystin

Mynd: CSM Bukarest

Ígjár var tað eitt stórt vónbrot fyri landsliðsliðskiparan, Pernille Brandenborg og liðfelagarnar í CSM Bukarest at tapa hálvfinaluna í Super Cup kappingini í Rumenia.

 

Kappingin er fyri fýra tey fremstu liðini í undanfarna kappingarári. 

 

Aftaná longda leiktíð tapti Bukarest 38-40 í hálvfinaluni fyri Gloria Bistrita. Tá vanliga leiktíðin var lokin stóð á jøvnum 34-34. Í steðginum var Bukarest á odda 19-17.

 

Í bronsudystinum í dag mátti Pernille og liðfelagarnir aftur spæla longda leiktíð. Men hesaferð koppaði tað til CSM Bukarest, ið vann 35-34 á Valcea. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 30-30. Í steðginum var Valcea á odda 17-16.

 

Landsliðsliðskiparin tók sum vant nógv tøk í verjuni.

 

Sunnudagin 30. august leggur CSM Bukarest fyri í bestu rumensku hondbóltsdeildini við grannauppgerð á útivølli móti Rapid Bukarest. 

 

Í september fer CSM Bukarest eisini fyri í Champions League kappingini, so landsliðsliðskiparin verður væl fyri til EM-endaspælið síðst í november og fyrst í desember. 

 

Mynd: CSM Bukarest