Landssjúkrahúsið fær nú tvær serstakar stovur til sjúklingar, sum smitta serliga illa.
Tað er greitt, nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at Landssjúkrahúsið.
Ein partur av uppskotinum er at gera tvær serligar stovur, sum eru há-isoleraðar tey kalla tað, í tí nýggja bygningini, ætlanin er at byggja.
Hetta eru tvær sjúku- og viðgerðarstovur, sum tekniskt eru serliga væl avbyrgdar frá restini av Landssjúkrahúsinum, og sostatt eru tær væl hóskiligar til sjúklingar við serliga smittandi sjúkum.
Annars kunnu tær brúkast til vanligar seingjastovur, tá tørvur ikki er á teimum til sjúklingar, sum skulu isolerast.
Hesar báðar stovurnar kosta 13,4 milliónir krónur og Sirið Stenberg biður nú Løgtingið samtykkja at játta pengarnar.