? Vit eru sera fegin um hesa gávu, og sum sjúkrahúsleiðari á Landssjúkrahúsinum bera fram eina hjartans tøkk fyri eina so stórfingna gávu, segði Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, tá gávan formelt varð handa á samkomu á høvuðsskrivstovuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar hósdagin seinnapartin.
Jákup Mørkøre vísti á, at MR-skanning, ella magnetresonans-skanning sum tað eitur, letur upp fyri nýggjum diagnostiserings- og við-gerðarmøguleikum í Føroyum. Hann segði, at talan var um sera framkomna tøkni, og at við hesu gávu fáa vit nú høvi at vera við í fremstu røð.
Andres Harboe Ree, leiðandi yvirlækni á Røntgendeildini greiddi eisini frá, hvørja gleði vit kunnu vænta okkum av skannaranum.
Hann vísti m. a. á, at hetta er ein rættuliga nýggju kanningarháttur innan fyuri medisinskan diagnostik.
? Hetta er ein kanningarháttur, sum einki hevur við tær vanbligu røntgenkanningarnar at gera. Hesara kanningar fara tó vanliga fram á røntgendeildum, tí her er talan um myndadiagnostik. Hetta eru rættuliga stórar íløgur, ið talan er um, og tí er vanligt, at hesar ofta koma via privatar donotiónir. Fyrsti skannari í Danmark varð givin Hvidovre Sjúkrahúsi í 1984 av Simon Spies Fondi. Tá varð talan um eina upphædd upp á 30 milliónir. At byrja við vóru hesir skannarar bert settir upp á Universitetsdeildum, men nú eru hesi tól á veg út á Sentralsjúkrahúsini og kemur hendan menningin at halda fram, sum ráðini vera til tað, segði Anders Barboe Ree.
MR Skannarar verða brúktir serliga innan fyri neurologi, rheumatologi og ortopædkirurgi. Serlliga er tað innan fyri tær neurologisku sjúrkurnar, sum MR-skannarin er vorðin nógv brúktur tey seinastu 10 árini.
? Her tosa vit um kanning av heila, mønu og umhvørvi kring hesi organ. Her tykist MR-skannarin at geva nogv neyvari upplýsingar enn CT-skannarin. Tað snýr seg um t. d. svull í heila, sjúkur í hvíta heilaparti, sum t. d disseminerað sclerosa. kanning fyri epilepsi. Kanning fyri heilainfektión og fleiri onnur øki, so sum lítlheila, heilastammu og hypofysu. MR-skannarakanninga koma partvís at loysa av serliga óbehagiligar kanningar, sum myelografi, sum er innspræning av kontrast í mønurennuna, segði Anders Harboe Ree.
Vegna gevaran, Tryggingarfelagið Føroyar hava forstjórin, Jens Petur Arge og hinir tríggir stjórarnir, Bjartur Dalsgarð, Mortan Poulsen og Gunnar í Liða skrivað undir gávubrævið, sum er merkt til virði av 7 milliónum krónum - og vóna teir, at gávan verður øllum Føroya fólki at gagni.