Landsstýrið farið til arbeiðis

Á væl vitjaðari samkomu í Tinganesi fyri lítlari løtu síðani fingu tey nýggju landsstýrisfólkini setanarbrøv, nú samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin hevur tikið við

Bárður á Steig Nielsen, sum leygardagin varð valdur til løgmann komandi fýra árini, fekk lyklarnar til løgmansskrivstovuna frá Akseli V. Johannesen, fyrrverandi løgmanni.

Aksel V. Johannessen hevði eina stutta talu, takkaði fyri seg og handaði lyklarnar og eitt blómutyssi til Bárð á Steig Nielsen.

Bárður á Steig Nielsen rósti undanfarna løgmanni serliga fyri at hava sjáldsama gott tol, og at hann megnaði at halda saman á eina samgongu, har tað var rættiliga buldrut til tíðir.



Blómur vórðu síðani handaðar nývaldu landsstýrisfólkunum, sum eisini fingu setanarbræv. Tey vórðu tilnevnd í hesi raðfylgju.

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, sum verður landsstýrismaður við fíggjarmálum.

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, sum verður landsstýrismaður við fiskivinnumálum.

Kaj Leo Holm Johannessen, Sambandsflokkurin, sum verður landsstýrismaður við heilsumálum.

Jenis av Rana, Miðflokkurin, sum verður landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum.

Elsebeth Mersedis Gunnleygsdóttir, sum verður landsstýriskvinna við almannamálum.

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin, sum verður landsstýrismaður við vinnu- og umhvørvismálum.