Fiskivinna
Tað var um hesa tíðina í fjør, at landsstýrið gav føroyskum feløgum loyvi til at keypa smáan upsa til frystingar umborð á russiskum skipum, sum lógu við føroyskan bryggjukant.
Nógvur fiskur var at fáa, og virkini megnaðu ikki at arbeiða allan fiskin undan.
Upsaprísurin fór í botn.
Russar kundu geva nógv meira fyri heilfrystan og avhøvdaðan upsa, enn føroysku virkini kundu geva, og samstundis slapst av við smáa fiskin, nú so nógvur fiskur var at fáa kortini.
Prísurin á upsa hækkaði aftur, og so hvørt sum leið út á heystið og veturin, fekk upsin aftur tann prís, sum hann má metast at eiga at hava.
Úrslitið hjá skipunum batnaði, og tað gjørdu inntøkurnar hjá manningunum eisini.
Sama støða
Nú tað stundar ímóti bestu vertíð, er aftur við at gerast heilt galið við upsanum, sum er okkara størsta tilfeingi til virkingar í løtuni.
Skipini sigla full undir lúkurnar til lands fjórða hvønn dag og so hvørt, sum nøgdirnar av ráfiski veksa, megna virkini ikki at arbeiða allan fiskin undan.
Úrslitið er, at prísirnir standa fyri stórum falli.
Fiskaseljarar siga, at støðan kann gerast rættiliga kritisk longu um eina ella tvær vikur.
Og longu nú er galið, tí skip, sum eru komin av feltinum, hava ligið og bíðað eftir keypara.
Eitt dømi er lemmatrolarin, Sjagaklettur hjá hvalbingum, sum mánadagin lá ein heilan dag og bíðaði eftir keypara við fiskinum í lastini. Teir høvdu fult skip, eini 120 tons av upsa. Sum skilst, var tað Palm Seafood í Vági, sum at enda keypti lastina til saltingar.
Vit hava eisini frætt um eini 4-5 onnur skip, sum hava havt ilt við at sleppa av við veiðina.
Tað eru serliga lemmatrolararnir, sum nú eisini liggja á upsanum, ið hava trupulleikar við at sleppa av við fiskin. Hesi skip hava eitt nú fiskað kongafisk á Rygginum, men nú Brestir varð steðgaður á hesum leiðum, liggja nú eisini lemmatrolararnir á upsanum. Hetta trýstir so aftur marknaðin hjá partrolarunum, sum burtur av veiða upsa.
Loysnin at frysta
Eingin ivi er um, at ein partur av loysnini í hesum tíðum kundi verið at fryst smáa upsan til útflutnings á russiska marknaðin. Hesin marknaður vil rinda góðan prís fyri hendan fiskin.
Men við fiskapakkanum hevur landsstýrið so gott sum útihýst hesum møguleika, tí fiskurin eisini um hann verður frystur - skal skipast av landinum innan eina viku, eftir at hann er keyptur á marknaðinum.
Hetta gevur fiskakeyparum og seljarum rættiliga avmarknaðar møguleikar.
Sum skilst, vil landsstýrið ikki víkja frá hesum, og tað merkir, at støðan við upsanum sum frá líðir fer at gerast rættiliga kritiskt.
Russar vilja í dag geva einar 4 krónur netto fyri frystan smáan upsa, men sølan hagar kann bert lata seg gera, um fiskurin verður frystur, og hetta ber altso ikki til við teimum treytum, sum landsstýrið hevur í nýggja fiskapakkanum.
Ein avleiðing av støðuni er, at virkini helst fara at "oysa" fiskin til bíligari vørur, og tað merkir eisini mistar inntøkur fyri tilfeingið.
Mikudagin vóru eini 60 tons av upsa til sølu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya, og hesin fiskur fór fyri ein miðalprís upp á 3,19 krónur fyri kilo.
Hetta er spell, halda bæði fiskaseljarar og fiskakeyparar, tí virkini undir vanligum umstøðum saktans kundu givið einar 4,25-4,50 fyri kilo og kortini tjent pening, soleiðis sum marknaðarstøðan er beint nú.
Landsstýrið heldur ivaleyst, at tá ið so nógvur fiskur er at fáa, noyðast skipini bara at minka um veiðina, so ikki ov nógv kemur til virkingar.
Men hetta er ein undarligur hugburður, halda fleiri, tí tað minkar eisini um inntøkur landskassans, at skipini ikki kunnu fiska, sum tey vilja, í bestu vertíð.
Einki alternativ
Avleiðingin kann eisini gerast, at skip fara at sigla á útlendska marknaðin við fiskinum, men hetta kostar so aftur í aðrar mátar, um nøgdin fer yvir 25%. Hinvegin er tað ein vánalig "færrætning" fyri skipini at sigla av landinum við upsa í hesum døgum, tí hetta er eitt lutfalsliga bíligt fiskaslag, samstundis sum oljan er dýr og tey haraftrat missa fiskidagar.
Fiskaseljarar halda, at tað líkist ongum, at upsin, sum virkini í hesum døgum kunnu virka til líkinda prís, skal fara niður um 4 krónur fyri kilo á fiskamarknaðinum í Føroyum, tá ið hetta annars ikki skuldi verið neyðugt.
Teir halda tí, at landsstýrið hesa tíðina av árinum heilt avgjørt skuldi loyvt innfrysting av smáum upsa til russiska marknaðin, sum er eitt gott alternativ.
Hetta hevði tikið ringasta trýstið og hevði samstundis verið við til at hildið prísunum uppi. Fyri virkini hevði hetta eisini merkt, at tann størsti fiskurin kom til virkingar, og hann er hóast alt bíligari at framleiða enn tann smái fiskurin.
Sum skilst, hevur okkurt reiðarí avtalu við Føroya Fiskavirking, har felagið bindir seg til at keypa lastirnar fyri dagsprís. Hetta ger í minsta lagi, at skipini sleppa av við fiskin, men er ikki við til at skapa tann "dynamikk", sum er ynskiligur í vinnuni. Hetta kann í staðin verða við til at bremsa tí gongd, sum fiskaseljarar ynskja sær, nevniliga at trýsta prísin uppeftir.
Goymslumøguleikar
Kring um í Føroyum eru nógvir møguleikarnir til innfrysting.
Tað var tann tíð, tá ið vit høvdu fáar goymslur, men støðan er ein heilt onnur í dag, nú vit bæði hava fleiri goymslur kring landið, umframt virkið hjá Kollafjord Pelagic, sum í hesum døgum liggur við ongum fiski, nú nógvur upsi annars kundi verið skyldur, avhøvdaður og frystur til útflutnings.
Keldur í vinnuni siga, at fiskapakkin, sum landsstýrið legði upp til, og sum løgtingið seinni samtykti, ivaleyst hevur sínar dygdir einar 8-9 mánaðir av árinum, men pakkin er ein bági fyri vinnuna í vertíðini um várið.
Ein onnur avleiðing av, at so nógvur upsi er á marknaðinum, er eisini, at prísurin á øðrum fiskasløgum, eitt nú hýsu, fellir.
Líkt er til, at Fiskimálaráðið bara letur standa til við teirri ásannan, at tað er útboð og eftirspurningur, sum stýra prísskipanini og gongdini.
Í vinnuni halda tey, at hetta er ov snævurskygt, tí nógv meira kundi verið fingið burtur úr eisini til samfelagið, um skipanin var meira liðilig.
Eitt er so tað, halda fólk í vinunni, at allur fiskur, sum fer óvirkaður av landinum, skal bjóðast út í Føroyum. Eitt annað er, at tíðin, áðrenn hesin fiskur skal avskipast, bert er ein vika, og tað letur seg ikki gera at savna neyðugu nøgdirnar saman upp á so stutta tíð.
Hetta er tápuligt og hetta er eisini ein beistagerð frá landsstýrisins síðu, halda fólk í vinnuni.
Støðan í vár
Tey halda, at einasti møguleikin at byrgja uppfyri stórum prísfalli á upsa, nú so nógvur fiskur er at fáa, er, at tann smái upsin verður heilfrystur til útflutnings. Hetta gevur pening, bæði til skip og manningar, og hetta ger, at virkini fáa tann stóra upsan til virkingar.
Alt í alt hevði hetta verið ein nógv betri loysn fyri samfelagið enn hon, sum bíðar fyri framman: At vit fáa enn eitt stórt prísfall á tí rávøru, sum er grundarlagið undir einum so stórum partin av føroyskum vinnulívi, bæði á sjógvi og landi.
Vit kunnu vænta, at trupla støðan, sum longu hevur tikið seg upp, kemur at standa við og versna, so hvørt sum tað líður út á várið.