Eitt av málunum, ið var til umrøðu á landsstýrisfundi mikudagin, var spurningurin um hvussu stórt fiskidagatalið skal verða komandi fiskiár. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sigur við Sosialin, at landsstýrið fer at mæla til sama fiskidagatal sum í hesum fiskiárinum.
Fiskifrøðingar meta veiðitrýstið verða ov stórt
Uppskotið hjá Jacob Vestergaard gongur sostatt ímóti metingunum hjá bæði føroysku fiskifrøðingum og ICES, sum siga, at veiðitrýstið undir Føroyum er alt ov stórt.
Fiskirannsóknarstovan mældi politikkarunum til í juni-mánað at skerja fiskidagatalið eftir toski á landgrunninum og eftir hýsu og upsa undir Føroyum við 25 prosentum. Fiskirannsóknarstovan metti, skerjingin av fiskidagatalinum skuldi gerast yvir tvey ella trý ár.
Ein millumloysn
Spurdur, um hví hann gongur tilmælinum frá ICES og føroysku fiskifrøðingunum ímóti, svarar Jacob Vestergaard, at hann eisini hevur drigið tilmælini hjá fiskidaganevndini og einum íslendskum serfrøðingi við í endaligu avgerðina.
Fiskidaganevndin mælir til sama fiskidagatal, meðan íslendski serfrøðingurin, sum Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Útróðrarfelag og Føroya Reiðarafelag hava ráðført seg við, heldur, at fiskidagatalið kann økjast.
? Av øllum tilmælum, eg havi fingið, havi eg valt eina millumloysn, sigur Jacob Vestergaard.
Um løgtingið hósdagin eftir ólavsøku fer at samtykkja uppskotið er ein onnur søga. Í fjør varð tilmælið hjá táverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen broytt við 0,1 prosenti í løgtinginum. Fiskiárið byrjar 1.september.