Landsstýrið ætlar at senda rokningina til tey lágløntu og veiku

  

Finnleif Guttesen
?????????

Undanfarna landsstýrið ætlaði, at kommunurnar skuldu yvirtaka og gjalda barnaverndar- og eldraøki, ongantíð ov skjótt. Núverandi landsstýrið ætlar tað sama, men kanska ikki við sama øði sum fráfarna landsstýrið. At Javnara og Sambandsflokkurin taka undir við hesum er í andsøgn við teirra sosialpolitikk, men eg fari kanska skeivur?

Rakar tey lágløntu og veiku meinast
Barnaverndarøkið skal nútímansgerast og ein eykarokning uppá 16 milliónir blívur send kommununum 1. januar 2005 og øll vita, at hetta tal fer at økjast komandi árini.
Hervið tvingar landsstýrið kommunurnar til at hækka skattaprosenti og rakar hetta mest tey lágløntu og veiku. Tí hesi fólk gjalda lítlan landsskatt, men fullan kommunuskatt, og hækkar kommunuskatturin, ja, so merkja tey lágløntu og veiku tað meinast.

Ein landsuppgáva
Barnaverndarøkið er ein landsuppgáva, tí tá er møguleikin minstur fyri, at mál verða viðgjørd ymiskt.