Nýggja leigulógin kemur í gildi 1. september í ár. Tí hevur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, valt limirnar og varalimirnar, sum skulu manna leigunevndina. Uppgávan hjá leigunevndini verður at taka avgerðir í ávísum trætumálum millum leigaran og útleigaran.
Andrass Holm Arge, sum er útbúgvin løgfrøðingur, er formaður í leigunevndini. Gunnleyg Árnafjall, útbúgvin cand.merc.aud og Jóhan Syderbø, útbúgvin timburmaður og byggifrøðingur, eru eisini í nevndini.
Kristina Samuelsen, útbúgvin løgfrøðingur, Eva Bennicke, útbúgvin cand.scient. dam og Petur Ritter, útbúgvin timburmaður og byggifrøðingur, eru varalimir.
Valskeiðið hjá leigunevndini er fýra ár. Brúkaraumboðið fer at virka sum umsiting fyri leigunevndina.
Tað upplýsir Almannaráðið í dag.