Landsstýrismálanevndin fekk tann 28. februar í ár eina klagur frá Jacob Vestergaard, tingmanni hjá Fólkaflokkinum, mótvegis løgmanni, Aksel V. Johannesen.
Í stuttum snúði klagan seg um, at løgmaður skal hava sagt ósatt fyri løgtinginum, tá hann undir 2. viðgerð av uppskotinum um fiskiskapin í Barentshavinum, segði seg ongantíð hava selt eitt fiskiloyvi. Tað var í samband við, at løgmaður í 2003 hevði selt sín part í einum felag, ið átti línuskipið Klakkur. Løgmaður var ein av 13 eigarum.
Landsstýrismálanevndin er komin til tað niðurstøðu, at løgmaður hvørki hevur sagt ósatt fyri tinginum ella hevur verið við til at selja fiskiloyvir.
Landsstýrismálanevndin sigur, at løgmaður hevur selt sín privata part í einum felagið, men at fiskiloyvi er ikki tengt at persóninum, men at felagnum. Tí hevur ein einstakur partaeigari ikki møguleika at selja fiskiloyvi.
Tí hevur løgmaður heldur ikki sagt ósatt fyri Løgtinginum og harvið heldur ikki brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, hvørki tilætlað ella av ósketni.