Landsstýrið vil leggja størri dent á fólkaheilsu komandi árini.
Í ólavsøkufrágreiðingini verður víst á, at tað er betri – bæði fyri einstaka borgaran og samfelagið – at fyribyrgja sjúku enn at viðgera hana.
Tí skulu átøk styrkjast, sum fáa fólk at røra seg meira, eta sunnari og liva heilsugóðari. Samstundis verður arbeitt við at minka um sjúkur, sum standast av lívsstíli.
Landsstýrið vísir á, at hetta bæði kann geva betri lívsgóðsku og minka um trýstið á heilsuverkið.
– Málið er, at føroyingar ikki bara liva longri, men eisini hava fleiri góð og virkin ár, verður sagt í frágreiðingini.











