Landsstýrið kom til skorin klæðir

­ Brúkar Anfinn Kallsberg samráðingaruppleggið, sum liggur klárt í Tinganesi, ivist eg onga løtu í, at føroyingar fáa eina heiðurliga loysn við danir, sigur fráfarni løgmaðurin

­ Eitt væl fyrireikað samráðingarupplegg, sum væl virkandi embætismannaverk hevur gjørt, er besta prógv um, at føroyingar kunnu fáa heiðurligt úrslit, tá Landsstýrið og danska stjórnin setast við samráðingarborðið.

Tað sigur Edmund Joensen í viðmerking til vitjanina hjá Mogens Lykketoft í vikuskiftinum.

Spurdur hvat Edmund Joensen heldur um at samráðast skal um bankamálið, uttanlandsskuldina og blokstuðulin undir einum, og ikki sum gamla Landsstýrið ikki hevði ætlanir um at gera hvørt fyri seg, sigur Edmund Joensen:

­ Bankamálið og uttanlandsskuldin eru tvey mál í somu søk, og tey kunnu væl samráðast undir einum.

­ Hinvegin er blokstuðulin mál fyri seg. Hetta er afturvendandi mál, sum verður samráðst um á hvørjum ári.


Blokstuðulin fyri seg

­ Hesaferð er tó ein munur í blokstuðlusskipanini. Tað hevur ligið á láni síðan 1970 at fáa blokstuðulin í fasta legu. Tað hevur ein embætisbólkur í Tinganesi arbeitt við. Eitt púra klárt upplegg fyriliggur, sum bara bíðar eftir at vera staðfest, sigur Edmud Joensen.

Hann heldur, at um blokstuðulin verður koyrdur í samráðingaruppleggið við hinum báðum málunum, so verður tað ein baksláttur fyri samfelagið alt. Tá er vandi á ferð, fyri føroyska vælferðarsamfelagið, sigur Edmund Joensen.

­ Talan er kortini um fígging nú, eins væl og áður. Hví er tað ein vandi fyri vælferðina?

­ Tekur Landsstýrið blokstuðulin saman við hinum báðum málinum, sum einki hava við hvørt annað at gera, so kann bert talan vera um uppskotið hjá Fólkaflokkinum um kapitalisering av blokkinum, og tað er álvarsligt.

­ Blokkurin er grundarlag undir m.ø. skúla- heilsu og almannamál, undir grein 9 í lógini um yvirtøkur. Tí eri eg bangin fyri, at tað er orsøkin til at blokstuðulin verður tikin undir einum í samráðingunum komandi. Tað hoyrir ikki heima har, sigur Edmund Joensen.


Landsstýrið ikki drála

Um vitjanina hjá Lykketoft, sigur Edmund Joensen, at tað ivaleyst einki meir er í hesum, enn at danska stjórnin skundar undir Landsstýrið. Stjórnin veit, at málið er klárt í Landsstýrinum, og tí er heldur einki løgið í tí, at teir vilja avgreiða málið.

­ Nú eigur Landsstýrið heldur ikki at drála. Eisini av tí at embætismannaverkið er ført fyri at takla málið. Umframt tað hevur serfrøðingarbólkurin í bankamálinum verið við til at gera uppleggið um bankamálið. Tí kann eg siga, at samráðingarnar ongantíð áður hava verið so væl fyrireikaðar sumhesaferð, sigur Edmund Joensen.

­ Hvussu nógv vita danir um føroyska uppleggið?

­ Tað er í trá við bankakanningina, og tí veit danska stjórnin, hvat vit krevja, bæði løgfrøðiliga og politiskt.


Lykketoft veit

­ Tann løgfrøðilgi parturin er bert partabrævaumbýtið, meðan politiski parturin er um ríkisligu viðurskiftini, um hvat hvør hevur ábyrgd av o.s.fr..Tað veit Lykketoft væl.

­ Í greinini í Sosialinum í gjár segði Lykketoft, at danska stjórnin vil bera so í bandi, at føroyska samfelagið verður burðardygt, og at hon ikki vil forða fyri fullveldinum. Teir vilja bert hava avgreitt málið, sigur Edmund Joensen.

­ Hvussu nógv er danska stjórnin moralskt sinnað at geva seg?

­ Stjórnin hevur givið eina ábending um at føroyingar skulu fáa eina virðiliga loysn.

­ Heldur tú at vit fáa tað?

­ Tað velst alt um, hvussu Landsstýrið leggur málið fram, og hvussu verður farið fram undir samráðingunum. Brúkar Landsstýrið okkara uppleggg, so eri eg vísur í at vit fáa eina virðiliga loysn, sigur Edmundur Joensen.