Landsstýrið umhugsar at hækka pensjónsaldurin

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri

 

Sambært forsætismálaráðnum, so hevur landsstýrið ikki slept ætlanini, sum Annika Olsen legði fram undir seinastu samgongu, at hækka pensjónsaldurin í Føroyum. Tann ætlanin bleiv ikki framd undir seinastu samgongu.

 

Alment hevur landsstýrið ikki boðað frá, at lív er í ætlanunum, men í frágreiðini um ríkisfelagsskapin 2017, sum varð kunngjørd beint fyri páskir, skrivar Lars Løkke Rasmussen soleiðis:

 

Landsstyret overvejer at gennemføre en forhøjelse af pensionsalderen i forbindelse med en pensionsreform. Det kan bidrage til at styrke den finanspolitiske holdbarhed.