- Landsstýrismaðurin fær ov stórt vald

Formaðurin í Tjóðveldi er alt annað enn nøgdur við gongdina í Atlantsflog

Hóast Tjóveldi eftir øllum at døma fer at atkvøða fyri uppskotinum um at keypa aftur privata triðingin av Atlantsflog, so reisir formaðurin í Tjóðveldi í kvøld fleiri ivaspurningar um gongdina og stýringina av flogfelagnum.

 

- Hvør er strategiin fyri Atlantsflog? Hvat var tað við gomlu strategiini, sum man var so ónøgdur við? Og hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa leiðreglur, soleiðist at felagið verður rikið á skynsaman hátt?

 

Spurningarnir verða aftur reistir av Høgna Hoydal, nú løgtingið í kvøld viðger lógaruppskotið um at geva nevndini í Atlantsflog heimild at keypa aftur privatu partabrøvini í Atlantsflog.

 

Formaðurin í Tjóðveldi setir stórt spurnartekin við nevndarvalið í Atlantsflog á aðalfundinum í fjør. Hann vísir á, at landsstýrismaðurin vrakaði Bergur Poulsen sum nevndarformann, tí hann kendi táverandi stjóran ov væl.

 

- Hvat var orsøkin til hetta? Og hvar eru leiðreglurnar fyri, hvussu felagið verður stýrt, spyr Høgni Hoydal og heldur fram:

 

- Tað hevur týdning at hesir spurningar verða lýstir og svaraðir, ikki minst nú landsstýrismaðurin einsamællur kemur at ráða yvir felagnum, argumenterar Høgni Hoydal.

 

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir spurningunum frá sær.

 

- Tað er nevndin í Atlantsflog, saman við leiðsluni, ið setur út í kortið eina strategi fyri felagið, sigur Johan Dahl.

 

- Tað er landsstýrið, sum longu í dag eigur tveir triðingar av Atlantsflog. Og tí er tað sjálvandi landsstýrismaðurin, sum í síðsta enda ræður, sigur Johan Dahl.