Formansskapurin í løgtinginum vil nú fáa betri skil á politiska arbeiðslagið og hevur biðið løgmann skipa arbeiðið hjá landsstýrinum betri Landsstýrið má skipa arbeiðið betri.
Tað heldur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður,, sum nú hevur biðið Kaj Leo Johannesen royna at fáa betri skil á í landsstýrinum.
- Løgtingið lagt dent á at skipa tingarbeiðið betri fyri geva tinglimum betri møguleikar at seta seg inn í tey mál, sum koma í tingið og sostatt at bøta um lóggávuarbeiðið. Men endamálið er eisini, sum frægast, at samskipa tingarbeiðið við annað arbeiði og familjulívið hjá tinglimum.
Ì hesum sambandi er álmanakki gjørdur fyri tingarbeiðið við eini skrá, sum gongur 14 dagar fram. Tey mál, sum skulu fáa gildið frá 1. januar, skuldu verða løgd fyri tingið fyri 5. november.
Høvuðsreglan er eisini, at minst ein vika skal ganga frá tí, at mál er lagt fram, til tað kemur til viðgerð.
Fyri at røkka hesum endamáli, er Løgmansskrivstovan biðin um at Løgtinginum frá, nær landsstýrið ætlar at leggja tey ymsu málini fram.
- Av ymsum orsøkum hevur verið torført at hildið hesar ásetingar, men nú gongur av skriðuni, sigur løgtingsformaðurin við løgmann.
Hergeir Nielsen er fullgreiður yvir, at politiska støðan hevur verið turbulent.
Men nú eru tveir mánaðir síðan nýggja samgongan varð skipað og næstan øll málini, landsstýrið hevur lagt fyri tingið, hava fingið frávik frá tíðarfreistunum.
Tí heitir formansskapurin á løgmann um at royna at fáa hesi viðurskifti aftur á beint.