Sparitiltøk hjá Landsverki gera, at landsvegirnir í framtíðini ikki verða eins væl viðlíkahildnir. Landsverk heitir á føroyingar, um at vísa tolsemi við stovninum. Sparitiltøk verðua nú sett í verk hjá landsverki, sum raka virksemi stovnsins breitt. Tó fara sparingarnar mest at gera um seg í sjálvum rakstrinum og viðlíkahaldinum av landsvegunum.
-Vit hava nú mett um fleiri ymiskar framtíðar spariloysnir á vegakervinum og á stovninum sum heild og hava valt tey tiltøk, sum ganga minst út yvir beinleiðis tænastuna til fólkið. Tó eru vit komin har til, at ikki slepst undan, at hetta rakar sjálva tænastuna á vegakervinum?, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Landsverk hevur seinastu 15 árini raðfest játtanina soleiðis, at brúkarin merkir so lítið til hesa minkandi játtan, sum til ber. Stovnurin ásannar tó, at mark er fyri, hvussu effektivur tú kanst blíva, uttan at hetta rakar tænastuna beinleiðis. Roknast má tí við, at støðið á samlaða infrakervinum fer at falla. Borgarin fer at leggja til merkis, at tænastan versnar. Alsamt fleiri vegateinar verða bøttir í staðin fyri at verða nýasfalteraðir, og vegateinar fara at liggja fresaðir í longri tíðarskeið, áðrenn asfalt verður lagt á. At enda kann roknast við, at tað fer at taka Landsverki longri tíð at fáa viðurskifti í rættlag, eftir eitt nú áarføri, omanlop og tílíkt.
Við tí játtan, sum er sett fyri 2011, fer landsvegakervið framhaldandi at forfalla við økjandi ferð. Landsverk vónar, at hendan støðan ikki varðar við í fleiri ár, og heitir á fólk um at vísa tolsemi í sambandi við íverksetanina av hesi spariætlan.