Rættiligt ódnarveður er kring alt landið í kvøld og sambært DMI ganga tað nakrar tímar, áðrenn hann aftur minkar um vindin.
Á heimasíðuni hjá Landsverk verður ávarað um, at nógvur vindur er fleiri staðni kring landið. Mest vindur er á Oyndarfjarðarvegnum, har veðurstøðin hjá Landsverk hevur skrásett hvassan storm, í hvirlunum upp til 54 metrar um sekundið.
Eisini á Sandavágshálsi og á Oyggjarvegnum verður ávarað um hvassan storm.
Samlaða yvirlitið hjá Landsverk er fylgjandi:
Klaksvík, Gerðabøur - kl. 21:45 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 29 m/s
Syðradalur - kl. 21:45 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 40 m/s
Gjáarskarð - kl. 21:33 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 32 m/s
Kambsdalur - kl. 21:45 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 39 m/s
Gøtueiði - kl. 21:45 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 21:45 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 54 m/s
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 21:45 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 39 m/s
Streymnes - kl. 21:45 Stormur, í hvirlunum upp til 33 m/s
Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 21:44 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s
Høgareyn - kl. 21:45 Skrið, í hvirlunum upp til 35 m/s
Á Sandavágshálsi - kl. 21:45 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 50 m/s
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 21:45 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 43 m/s
við Velbastaðháls - kl. 21:43 Skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s
Hvalba - kl. 21:45 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 36 m/s
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 21:49 ódn, í hvirlunum upp til 44 m/s
Porkerishálsur - kl. 21:45 Skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s

Landsverk: Í hvirlunum upp til 54 m/s

