Landsverk mælir frá allari óneyðugari koyring í løtuni

Beint eftir klokkan 8 kom eitt grovt kavaæl, sum hevur órógvað ferðsluna so nógv, at Landsverk mælir frá allari óneyðugari koyring.

Høgareyn, vevmynd, Landsverk

Við útvarpið segði Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverk, at nógvir bilar standa fastir, serliga vestanfyri, har stór avbjóðing er at rudda vegirnar, tá so nógvir bilar standa fastir. 

Ávaringin frá Landsverk ljóðar nú soleiðis:

##med2##

 

ÁVARING: 

kl. 08:15 Vestmannavegurin er stongdur í løtuni. 

kl. 08:24 Koyrandi er ikki til Gjáar í løtuni. 

kl. 08:26 Koyrandi er ikki til Saksunar í løtuni. 

kl. 08:33 Vegurin um Sandavágsháls er stongdur í løtuni. 

kl. 08:34 Vegurin Frammi í dal í Kollafirði oman til rundkoyringina í Kollafirði er stongdur í løtuni. 

kl. 08:44 Vegurin til Kirkjubøar er stongdur í løtuni. 

 

##med3##

 

##med4##

 

Tórshavnar kommuna boðar frá, at Leið 5 og 6 fyribils weu givnar at koyra:

 

– Vegna ring koyrilíkindi og jarðrok eru leið 5 (Kaldbak-Kirkjubøur) og leið 6 (Kollafjørður) fyribils givnar at koyra, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Høgareyn, vevmynd, Landsverk

Frammi í Dal, vevmynd, Landsverk