Landsverk um koyrilíkindi: Vísið varsemi

Landsverk ávarar í kvøld um, at nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, bilførarar vera bidnir um at vísa varsemi. Vegurin til Gjáar er stongdur fyri allari ferðslu.

Savnsmynd

 

 

Soleiðis sigur Landsverk um koyrilíkindini í kvøld:

 

  • Klaksvík, Gerðabøur - kl. 23:35 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Syðradalur - kl. 23:35 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Gjáarskarð - kl. 23:35 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Kambsdalur - kl. 23:35 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 34 m/s
  • Gøtueiði - kl. 23:35 Skrið, í hvirlunum upp til 35 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 23:35 Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 23:35 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Høgareyn - kl. 23:35 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Á Sandavágshálsi - kl. 23:35 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • við Velbastaðháls - kl. 23:34 Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 23:35 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 23:35 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s

Savnsmynd