68 ára gamli Lars Emil Johansen úr Grønlandi er nýggjur formaður í Útnorðurráðnum. Hann tekur við eftir Bill Justinussen, ið hevur verið formaður síðani 2014.
Aðalfundurin hjá ráðnum hevur í hesum døgum verið hildin í Løkshøll í Runavík, har Útnorðurráðið eisini hevur hátíðarhildið tretivu ára stovningardagin.
- Tað er mær ein stórur heiður at taka við sum formaður. Sjálvt um vit júst hava havt tretivu ára føðingardag, so er eingin grund at lena seg aftur. Menningin í teimum trimum londunum endar aldrin, er Lars Emil Johansen endurgivin fyri í tíðindaskrivi, sum Útnorðurráðið hevur sent fjølmiðlunum.
Fráfarandi formaðurin, Bill Justinussen, nýtti høvi at rósa nýggja formanninum, og geva honum einar føroyskur vøttur í gávu.
- Arbeiðið er í góðum hondum, vóru skotsmálini til Lars Emil Johansen frá fráverandi formanninum, Bill Justinussen, tá hann takkaði fyri seg.
Formaðurin er valdur fyri eitt ár.