Lars Løkke Rasmussen, danski forsætisráðharrin, hevur í kvøld kallað stjórnina saman til kreppufund. Orsøkin er, at teir Konservativu hava boðað frá, at tey ikki hava álit á umhvørvis- og matvørumálaráðharranum Eva Kjer Hansen.
- Eg havi kallað leiðararnir fyri bláu flokkarnar saman til fund klokkan 21 í kvøld (kl. 20 føroyska tíð). Tá fáa vit at síggja, um stjórnin enn hevur meirilutan aftanfyri seg, skrivar forsætisráðharrin á Twitter.
Formaðurin fyri teir Konservativu, Søren Pape Poulsen, hevur tó boðað frá, at hann ikki ynskir at koppa stjónini.
- Vit fara ikki at koppa stjórnini. Tað má hon sjálv um, segði Søren Pape Poulsen á tíðindafundi fyrr í dag.
Tað var á sama tíðindafundi, at formaðurin gjørdi greitt, at hansara flokkur ikki longur hevur álit á Eva Kjer Hansen, tí tey meta ikki, at hon talar satt, tá hon sigur at nýggja umhvørvisuppskotið gagnar danska umhvørvinum.
- Vit mugu bara ásanna, at ráðharrin ikki hevur givið eina rættvísa støðumynd. Ráðharrin hevur heldur ikki ynskt at rætta uppá tað, og tí hava vit ikki longu álit á henni. Tað hava vit boðað forsætisráðharranum frá. Vit eru hørm um, at hendan støðan er íkomin, segði Søren Pape Poulsen á tíðindafundinum.

Eva Kjer Hansen. Mynd: Polfoto.
Lars Løkke kallar saman til kreppufund

Eva Kjer Hansen. Mynd: Polfoto.

Eva Kjer Hansen. Mynd: Polfoto.

Eva Kjer Hansen. Mynd: Polfoto.

Eva Kjer Hansen. Mynd: Polfoto.

Eva Kjer Hansen. Mynd: Polfoto.

Eva Kjer Hansen. Mynd: Polfoto.