“Man kan ikke annektere andre lande”
“Grønland er grønlændernes”
“Vi forventer respekt for vores fælles territoriale integritet”
At skeytið til Grønland enn liggur í Keypmannahavn og ikki í Nuuk er úrslit av eini danskari svikagerð og í beinleiðis stríð við viljan hjá ST, sum Danmark var við til at stovna aftaná seinna heimskríggj.
ST álegði øllum limalondum at hjálpa og stuðla kolonium til fullveldi. Men ístaðin fyri at gera, sum teimum varð álagt, lumpaði Danmark Grønland inn í danska kongsríkið, so tað á pappírinum ikki longur sá út sum ein koloni. Uttan so mikið sum at spyrja grønlendingar eftir.
So tá Danmark vildi hava klørnar í Grønland, hoyrdist einki “Grønland er grønlændernes”.
Og mundu danir halda, at “Færøerne er færingernes”, tá okkara forfedrar í 1946 á fólkaatkvøðu valdu loysing? Tá sendu danir løgtingið til hús, skrivaðu út nýval og settu ávirkingarkampanjur í gongd, sum fáa bæði Trump og Putin at blikna.
Við tí úrsliti, at okkara skeyti enn liggur og blomstrar í Keypmannahavn. Eg gangi bara út frá, at tað liggur saman við tí grønlendska á deildini fyri tjóvagóðs.
Nei, danir.
Um tit skulu brúka slík slagorð, so mugu tit fyrst taka í egnan barm. Tá nú tann stóri óargadrongurin í skúlagarðinum hevur borið eyga við gimsteinarnar, ið tann lítli óargadrongurin hevur tiltuskað sær, er eingin góða mamma.
Tað er at lata tjóvagóðsið aftur til grønlendingar og til føroyingar, áðrenn tað brennur hol í lummarnar.
Gleðilig jól!











