Lassi og Tordur gjørdu tað lort á »Tórsvølli«!

Undir løgmansrøðuni, sum vit hoyrdu í útvarpinum mánakvøldið, segði Lassi Klein, og hevur síðani endurtikið tað í Sosialinum í gjár, at tað er skemt, at »Tórsvøllur« er útreiðsluneutralur.


Síðani nevnir han nøkur dømi, sum vísa, at maðurin antin ikki hevur skilt eitt ved av tí heila ella ikki sett seg inn í málið, eins og hann heldur ikki kann hava skil fyri bókhaldi.

Tá sagt verður, at »Tórsvøllur« er útreiðsluneutralur, so kemst hetta av, at um so er at samlaða íløgan t.d. er kr. 24 mió., so merkir hetta, at kr. 4,8 mió. av hesum eru mvg, sum goldið er til landskassan, t.v.s. fyri at Lassi eisini skal skilja hetta, ein inntøka hjá landskassanum, og á vanligum bókhaldsmáli merkir hetta, at hon verður krediterað landskassaroknskapinum.

Afturat hesum kemur so eisini skattur av arbeiðsløn o.tlf., og merkir hetta eisini, at skatturin verður krediteraður landskassaroknskapinum, og um ein leystliga metir hetta tal til kr. 3,2 mió., so er samlaða inntøkan hjá landskassanum uppá »Tórsvøll« 8 mió. kr.

Um so verður, at Løgtingið játtar kr. 8 mió. í studningi, so verða hesar somu kr. 8 mió. debiteraðar landskassaroknskapinum, og um so er at ein leggur allar krediteringar saman, og trekkir allar debiteringar frá omanfyri standandi roknskapi, so er úrslitið kr. 0.

Hetta merkir, at »Tórsvøllur« er útreiðsluneutralur fyri landskassan, tí verður eingin »Tórsvøllur« bygdur, verða ongar inntøkur og ongar útreiðslur hjá landskassanum.

Dømini, sum Lassi Klein nevndi undir Løgmansrøðuni, og sum hann eisini endurgevur í Sosialinum, hava við sær kr. 2 mia. í íløgum, og um hesar skuldu verið útreiðsluneutralar, so skuldi onkur privat fyritøka gjørt hesar íløgur fyri í støddarordan kr. 6-7 mia. og síðani fingið studning frá landskassanum uppá kr. 2 mia.

Tað nyttar ikki at fara út í æsir við hesum, tí Lassi neyvan skilir hetta, men hvat, tá ið tað í hansara verð er tað sama »at leasa«, sum »at keypa«, so kann ein ikki vænta annað.

Eisini Tordur leyp á bláman aftaná Lassa í hesum máli, men sum ikki einaferð, so gloymdi Tordur at hyggja um vatn var í hylinum, og lendi hann tí eisini á botninum í hylinum og fekk eina stóra kúlu á pannuna, men hvat, man lærir so leingi man livir, og vónandi hevur Tordur nógv góð ár eftir.


LMP