Lastbilaførari bjóðar politikarum túr í tunlarnar

- Kom við mær í treylara í tunlarnar Norður um Fjall, sigur Frank Skorastein, lastbilaførari, í áheitan á landsins politikarar í dag

Meirilutin í rættarnevndini í Løgtinginum tekur ikki undir við at framskunda tunlarnar Norður um Fjall. Tað hevur fingið ein lastbilaførara at bjóða løgtingsfólki at uppliva hvussu tað er at koyra hendan teinin við einum stórum akfari. 

 

Sum viðmerking undir grein á portal.fo skrivar leirvíkingurin Frank Skorastein, at hann enn einaferð vil bjóða øllum politikarum í Føroyum ein túr í part gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall, við sær í treylara. 

 

 

- Eg skal koyra allar politikararnar norður við tí lægra treylaranum, sum ein kann koyra rættiliga skjótt ígjøgnum tunnlarnar við, og so avheinta teir aftur í tí hægra treilaranum, har ein ikki kann koyra so skjótt, tí tað eru fáir centimetrar at geva av, skrivar Frank Skorastein. 

 

 

Hann sigur seg hava givið politikarunum hetta tilboðið áður, men enn hevur eingin tikið av - tað vónar hann tó broytist nú. 

 

 

- So síggja politikararnir, hvat vit í stórum bilum og fólkið norðanfyri skulu ígjøgnum, sigur hann og leggur aftrat, at nú ferðafólkini eru ávegis í summarfrítíð í Føroyum, kann ein vænta kaos í tunlunum.