- Lat bilin standa í føstuni

Ein kirkjulig rørsla í Eysturríki og Týsklandi heitir á fólk um ikki at brúka bilin í føstuni.

- Vit ynskja at gera fólk tilvitað um, hvat privatbilurin ger við tey og umhvørvið, sigur Katharina Kampf, sum stendur fyri átakinum “Autofasten” í Wien. Í báðum londunum eru nú lokalir bólkar sum tosa um at fasta móti bilnýtslu.

Katólska og protestantiska kirkjan í Eysturríki eru farnar saman í hetta serstaka føstuátakið, sum nú verður skipað triðja árið á rað.

Í fjør vóru 3600 eysturríkarar við í átakinum, sum varir frá føstulávint til páskir.

- Mong teirra sum er við í átakinum gevast at koyra bil í føstuni, meðan onnur minka um nýtsluna.

- Fleiri eru eisini við, sum als ikki brúka bil. Tey síggja hetta sum ein møguleika at vera við í einum samstarvi sum er til gagns fyri heilsuna og umhvørvið, sigur Katharina við norska blaðið Vårt Land.


Umhvørvi og heilsa

Átakið “Autofasten” hevur nógv argument ímóti at brúka bilin. Árinið á umhvørvið er nevnt, millum annað útlátið av CO2. Eisini tey mongu bilóhappini verða brúkt sum argument í átakinum.

- Tað eru sjálvandi ikki øll sum kunnu gevast at koyra bil. Men hesi binda seg til at hava eitt annað koyrimynstur. Tey minka um ferðina, og minka sostatt um vandan fyri ólukkum og CO2-útláti, sigur Katharina, sum nýtir orðið “syndugt”, tá hon umrøður privatkoyringina.

Men “Autofasten” er ikki nøgt við bert at heita á fólk um at seta bilin frá sær. Átakið tosar eitt greitt um kollektivan flutning og súkkling.

- Í øllum bispadømum í Eysturríki eru nú skipað lottarí’ir, har vinningurin er eitt árskort ella mánaðarkort við bussi. Vit tosa so nógv um tær positivu síðurnar av at súkkla. Samstundis sum ein ikki dálkar, fær ein góða venjing, sigur Katharina Kampf, sum leggur dent á, at “Autofasten” ikki ynskir at moralisera mótvegis teimum, sum framvegis velja at koyra við egna bili sínum.