Lat so bara jólini koma

Aftur í ár er Jólabókin á tremur við góðum, nýskrivaðum søgum, spennandi uppgávum og hugnaligum ítrivi at gera til jólar

Aftur í ár er Jólabókin á tremur við góðum, nýskrivaðum søgum, spennandi uppgávum og hugnaligum ítrivi at gera til jólar

Teir 24 partarnir í Míni jólabók 2013 gera hana til eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Vælkendu vættrarnir hjá Janusi á Húsagarði eru klárir við forvitnisligum uppgávum at loysa og dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.

Jólabókin hevur altíð verið ein bók, har bæði nýggj og óroynd listafólk sleppa at royna seg, men so sanniliga eisini góðir, gamlir kenningar - og soleiðis er eisini í ár. Í ár eru søgur eftir Rakel Helmsdal, Halldóru Dam, Sámal Soll, Ingun Christensen, Minu Reinert, Oddfríð Rasmussen, Hans Olaf Joensen, Steintór Rasmussen og Armgarð Arge og yrking eftir Alexander Kristiansen. Myndprýðingarnar hava hesi gjørt: Lise Golbe, Janus á Húsagarði, Marjun Reginsdóttir, Frits Johannesen og Ann-Mari Egholm, og hesi á fyrsta sinni: Jenny Kastalag, Jenny Kjærbo, Jona Sakarisdóttir Guldbro, Gunn Sloan Müller og Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim.