Niels Uni Dam
[email protected]
Føroya elsti og besti easy listening bólkur ad Libitum spælir fyrst til hugnakvøld í Miðlahúsinum í Vágsbotni, og síðan til dans á REX. Bólkurin fer at spæla lætt lurtbæran tónleik, sum teir hava gjørt tað seinastu 32 árini. Sum altíð er tað spæligleðin, sum er drívmegin.
Ad Libitum hevur havt nógvar og skiftandi gestasangarar hesi árini. Herman Jacobsen var fæstur fúsur í nógv ár, og tá hann gav plátuna "Herman Jacobsen syngur Evert Taube og aðrar" út, var tað ad Libitum, sum spældi undir. Henda pláta gjørdist ein varði í føroyskari tónleikasøgu.
Í kvøld verður eisini gestasangari við, eingin minni enn Robert McBirnie verður aftan mikrofonina, og ad Libitum lova, at okkurt lag av plátuni við Hemanni verður at hoyra. Jógvan Dahl verður gestatónleikari og hann og Robert fara eisini at spæla nøkur løg saman.
Hugnakvøldið í Miðlahúsinum í Vágsbotni, byrjar klokkan 21.00, og er umleið hálvan annan tíma. Almenni dansurin á REX er frá klokkan 23.00.
Tað eru Miðlahúsið og REX í felag, sum skipa fyri tiltøkunum.