Lava skorar hvørja ferð

Hóast tað er stutt millum dystirnar, so eru veteranarnir hjá Víkingi hvørja ferð á vøllinum

Í dag verður grannauppgerð í Sarpugerði, har ÍF verður gestur hjá Víkingi.

 

Tá ið fyritreytirnar verða havdar í huga, so hevur Víkingur higartil staðið seg betur, enn tað varð roknað við. Vónbrotið var í fyrsta umfari, tá ið tað á útivølli ímóti EB/Streymi endaði málleyst. Síðani hevur Víkingur bara tapt ímóti KÍ (1-2 á heimavølli). Sigur ímóti HB (2-1 á heimavølli) og javnleikir ímóti B36 og NSÍ á útivølli – tvær ferðir 1-1 – er merkisvert.

 

Í 6-0 sigrinum á Svangaskarði sunnudagin vóru seks av teimum 14, sum vóru á vøllinum, føddir eftir ár 2000. Talan er um fína blanding, har Atli Gregersen (38), Sølvi Vatnhamar – mikudagin fylti hann 35 – og Andreas Lava Olsen (33) eru lyklaspælarar.

 

Aldurin tykist ikki at bila. Meðan teir í øðrum feløgum spara lyklaspælarar, tá ið tað er stutt millum dystirnar, so eru hesir tríggir altíð millum teir fyrstu ellivu. Merkisverdur er leikluturin hjá Andreas Lava Olsen. Hann hevur seinastu árini fyri tað mesta verið skiftisspælari. Síðani Finnur Justinussen sleit krossbandið, hevur Lavamaðurin verið fastur álopsspælari, og hann hevur tikið av. Í níggju dystum – átta í landskappingini og einum í steypakappingini – hevur hann skorað sjey mál. Faroesoccer.com veit at siga, at bestu samantaldu máltølini hjá Lavamanninum í fremstu røð eru í 2015 og 2016, tá ið hann skoraði ávíkavíst 12 og 11 mál.

 

Ari Olsen og Finnur Justinussen eru langtíðarskaddir. Báðir hava slitið krossbandið.

 

ÍF reisti seg síðsta sunnudag ímóti B36 á Tórsvølli. Fuglfirðingar vóru fyrstu lítlu løtuna eftir síðsta bríksl ímóti B36 vónbrotnir, tí talvan vísti 2-2, men so ásannaðu teir, at hetta var fínt úrslit:

 

-Eg fegnist um hugburðin. Spælararnir ofraðu seg, og teir hildu seg til tað, sum vit høvdu avrátt, staðfesti Ólavur Larsen, venjari hjá ÍF.

 

Seinnapartin verður tað eingin trupulleiki at fáa spælararnir at leggja nógv fyri. Í fjør vístu fuglfirðingar, at tað ber til at vinna í Sarpugerði. Tað var, sum um ÍF hevði vunnið FM, tá ið teir 17. juni vunnu 2-1. Heimatapið fyri grannunum sveið illa hjá Víkingi, sum seinni vann 2-1 í Fuglafirði og 4-1 á heimavølli ímóti ÍF.

 

Jákup Nolsøe Olsen er skaddur, tí verður Martin Danielsen í ÍF málinum ídag.