Opinleiki virkar sum kunnugt báðar vegir. Soleiðis tók Niels Salmony, eldsálin og formaðurin fyri ólavsøkuhaldið í Keymannahavn til, tá hann tók saman um væleydnaðu ólavsøkudagarnar á Bryggjuni. Við hesum sipaði hann til, at letur tú tína egnu hurð upp fyri øðrum, stendur hon aloftast samstundis víðopin inn til onnur.
Vit føroyingar fýlast javnan á, at myndin, danir og onnur hava av okkum, er bæði einsháttað og skeiv. Men vilt tú taka ímóti, mást tú eisini lata nakað frá tær sjálvum. Í staðin fyri at illneitast áttu vit kanska at hýst tankanum um, at vit sjálvi ikki altíð hava dugað líka væl at lata okkara land og mentan upp fyri øðrum.
Við ólavsøkuhaldinum á Bryggjuni var partur av okkara tjóðarhátið bæði ítøkiliga og myndaliga fluttur út um bøgarðarnar. Her høvdu stigtakararnir av sonnum skapað og brúkt eitt høvi at visa øðrum, hvørji vit eru. Meir enn nakað annað boðaðu hesir dagarnir frá einum mentanarligum og tjóðarligum gávumildi, so tað neyvan hevur kenst meir fjálgandi og fríandi at vera føroyingur. Eitt gávumildi, sum týðiliga gav afturljóð í jaliga áhuganum og forvitninum hjá mongu gestunum, sum stukku framvið hesar dagarnar.
Víst er ólavsøkuhaldið í Keypmannahavn eisini eitt høvi hjá føroyskum útisetum at savnast um heimligar siðvenjur og kensluna av felags røtum. Slíkt styrkir samleikan og uttan hann, hevur tú lítið at bjóða øðrum allarminst um tú vilt verða viðleikari í einum nútímans altjóðagjørdum heimi.
Men ein sterkur samleiki tolir eisini atfinningar eisini tá tær koma frá tínum egnu. Í einum altjóðagjørdum heimi er tíðin farin frá erkvisnum glepsum eftir føroyskum útsietum, sum ditta sær til at blanda seg í kjakið her heima við onkrum sannleika. Heldur enn at undirmeta teirra støðu sum útisetar, eiga vit at virðismeta hana sum eitt serstakt høvi at síggja okkum sjálvi útifrá í einum øðrum og ofta klárari ljósi.
Sum føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn, Herálvur Joensen, nevndi í setanarrøðuni á Bryggjuni, so hevur føroyska fólkaræðið altíð notið gott av, at føroyingar, ið búleikast uttanlands, siga sína hjartans hugsan um evni, ið eru frammi í føroyska kjakinum. Og tá saman um kemur, snýr fólkaræði seg um at kunna rúma øðrum og øðrvísi fatanum av lívinum og heiminum. At geva og taka ímóti í einum áhaldandi samskifti, ið strembar eftir at læra av og skapa pláss fyri hvørjum øðrum.
Í so máta var ólavsøkuhaldið á Bryggjuni ein ítøkilig ímynd um, at dyrnar fyri einum markleyskum og mennandi samskifti við umheimin standa víðopnar. Nú er tað bara upp til okkum, hvussu vit brúka hendan møguleikan.