Tað er gott lag í B36 leguni. Skaddu spælararnir eru komnir fyri seg, og í kvøld var tað við tí, sum ofta hevur verið roknað at vera fram ímóti stinnastu uppstilling, at B36 vann ólavsøkudystin ímóti 07 Vestur 2-0.
Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið var greitt omaná. Lukasz Cieslewivz setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, eftir langt innkast, og eftir at Odmar Færø hevði snittað bóltin til handara stólpa, og stutt undan steðginum var tað B36 toppskjúttin Patrik Johannesen, sum økti 2-0.
Í 07 Vestur iðra teir seg um, at tað ikki fekst úrtøku úr risa stóra møguleikanum, sum teir vunnu sær beinanvegin.
Í seinna hálvleiki hevði 07 Vestur bóltin væl meiri enn undan steðginum, og talan var í einstøkum førum um vandamiklar støður, uttan at tað eydnaðist at skora.
Úrslitið ber við sær, at B36 nú er fýra stig frá NSÍ og bronsuplássinum.
Fyri 07 Vestur ber úrslitið við sær, at liðið framvegis er næstaftast. Tað eru nú seks stig fram til áttanda plássið og bjargingina.
B36-07 Vestur 2-0 (2-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz
2-0: Patrik Johannesen