Ólavsøkupakkin er sprongdur í luftina

Fíggjarlógaruppskotið hjá Jóannesi Eidesgaard er treytað av politiskum reformum, sum enn hanga í leysum lofti. Tí vænta limirnir í fíggjarnevndini umfatandi broytingar av uppskotinum. Telvingin í fíggjarnevndini stendur nú fyri framman, maðurin við borðsendan eitur Anfinn Kallsberg, og hann væntar eitt turbulent politiskt heyst.

Fólkini rundanum hann siga, at hann dugir tað politiska handverkið sum fáur. Hann sigst hava eitt djúptøkið innlit í at kalla øll politisk málsøkir. Og hóast hann ikki gongur runt við teimum heilt stóru visjónunum um, hvussu heimurin skal broytast, so veit hann, hvussu man fær tingini ígjøgnum parlamentariska maskinaríið. 


Eftir knøpp 30 ár í politikki er 61 ára gamli fólkafloksmaðurin av Viðareiði, Anfinn Kallsberg, framvegis í politiska ringinum. Hann stendur ikki í fremstu røð longur. Men sum formaður í løgtingsins fíggjarnevnd demonstrerar hann sítt vald við jøvnum millumbilum. T.d. í fjør, tá fíggjarnevndin gjørdi stór inntriv í fíggjarlógaruppskotið hjá Jóannesi Eidesgaard, sum í stóran mun var ein teknisk framskriving av tølunum frá 2008. Við Anfinni Kallsberg á odda telvaðu teir sjey fíggjarnevndarlimirnir seg fram til fleiri nýggjar íløgur, sum ikki vóru í uppskotinum hjá landsstýrinum. Og spurningurin varð reistur, hvør myndar búskaparpolitikkin í landinum. Er tað fíggjarmálaráðharrin? Ella formaðurin í fíggjarnevndini? 



Hallið verður størri

Løgtingið er í øllum førum ikki tann stempulmaskinan, sum frustrerað tingfólk onkuntíð hava gramt seg um, tá politikkurin burturav er myndaður í landsstýrinum og ikki í løgtinginum. 


Nú skal maktbalansan millum løgting og landsstýrið aftur roynast, og longu nú eru tekin um, at fíggjarnevndin aftur í ár fer at fremja stórar broytingar í uppskotinum, sum Jóannes Eidesgaard bar niðan í tingið fyri nøkrum vikum síðani. Tað siga fleiri limir í fíggjarnevndini, sum Sosialurin hevur tosað við. Fíggjarlógin skal til aðru og triðju viðgerð í desember, og áðrenn tað skulu Kallsberg og kompaní koma við teirra tilmælum um, hvussu tølini fyri 2010 skulu síggja út. 


- Nógv bendir á, at fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum ikki er eitt realistiskt boð uppá, hvussu fíggjarlógin fyri 2010 kemur at síggja út. Tí er sannlíkt, at fíggjarnevndin má endurskoða tølini og gera nøkur inntriv, sigur Anfinn Kallsberg úr telefonini av Viðareiði. 


Saman við formanninum eru bæði Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi og Magni Laksáfoss úr Sambandinum ivaleysir um, at tølini í uppskotinum hjá fíggjarmálaráðnum ikki samsvara við politiska og búskaparliga veruleikan, sum fleiri tinglimir vístu á longu undir fyrstu viðgerð. Uppskotið hjá Eidesgaard verður ákært fyri at vera eitt sminkað lík, bæði tí at uppskotið inniheldur sparingar, sum eingin politisk semja er um, og tí at uppskotið hevur bólkað fleiri rakstrarjáttanir undir íløgupartinum, sum gevur eina misvísandi mynd av samlaðu rakstrarútreiðslunum. 


Størsti trupulleikin er í løtuni, at fleiri sparingar í uppskotinum hjá Eidesgaard eru treytaðar av lógarbroytingum, sum enn ikki eru komnar í tingið, og sum enn ikki hava fingið nakra politiska viðgerð. Tølini hjá fíggjarmálaráðnum hanga við øðrum orðum óloysiliga saman við politiskum reformum, sum enn hanga í leysari luft. 


- Um hetta ikki kemur í rættlag, so hevur fíggjarlógin fyri 2010 eitt heilt øðrvísi útgangsstøði enn tað, sum fíggjarmálaráðið hevur kalkulerað við, sigur Anfinn Kallsberg. 


Sum dømi um óavgreidd mál kann nevnast pensjónsreformurin, sum upprunaliga skuldi spara landskassanum umleið 25 milliónir krónur, hóast hetta talið ikki sær at halda. Síðani eru broytingarnar í inntøkutrygdini til fiskimenn, sum kann spara landskassanum góðar 40 milliónir krónur, um vit hyggja at útreiðslunum fyri 2009, og reformarnir í apoteksverkinum og sjúkrakassaskipanini kunnu samanlagt spara landskassanum 21 milliónir krónur. Hetta eru bert nakrar av fleiri lógarbroytingum, sum tølini í fíggjarlógaruppskotinum eru treytað av. Um politisk semja ikki fæst um øll málini í nærmastu framtíð, so kann fíggjarlógin enda við einum halli, sum er væl størri enn núverandi undirskotið á 767 milliónir krónur. Og so eru yvirskipaðu karmarnir sprongdir, sum løgtingið hevur samtykt við tí sonevnda ólavsøkupakkanum. Ein pakki, sum ásetir eitt mark fyri rakstrarútreiðslur, íløgur o.s.fr. 


Ein onnur atfinning hjá fíggjarnevndini snýr seg um, hvussu fíggjarmálaráðið hevur bólkað játtanir í rakstur og íløgur. Bæði Torbjørn Jacobsen, Anfinn Kallsberg og Magni Laksáfoss vísa á, at fíggjarmálaráðið hevur flutt fleiri rakstrarútreiðslur yvir á íløgusíðuna. Hetta er í stríð við nýggju játtanarskipanina, og tí kunnu reellu rakstrarútreiðslurnar gerast væl hægri, enn roknistykkið hjá Eidesgaard ber boð um. 



Kallsberg ávarar

Samanumtikið valdar stór óvissa rundanum fíggjarlógina fyri 2010, tí uppskotið hjá landsstýrinum er tengt at politiskum avgerðum, sum enn hanga í leysum lofti. Limirnir í fíggjarnevndini kvíða fyri, at hallið verður størri og samtyktu karmarnir væl og virðiliga sprongdir, tá politiski mjørkin lættir sær á, og tá fortreytirnar fyri fíggjarlógini eru greiðari. Og sjálvur ásannaði Jóannes Eidesgaard eisini í tinginum í vikuni, at tað verður trupult at halda ásettu karmarnir í ólavsøkupakkanum. 


Anfinn Kallsberg ivast ikki í einum turbulentum politiskum heysti, og stóri spurningurin er, hvørja linju fíggjarnevndin fer at leggja. Fer hon at loyva, at hallið veksur við omanfyri hundrað milliónum? Ella fer hon at hvessa sær spariknívin og syrgja fyri, undirskotið ikki verður enn størri?

Næstforkvinnan í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, sigur seg ikki stuðla ov stórum inntrivum í fíggjarlógaruppskotið hjá Eidesgaard, eisini um hallið verður størri, enn budgettið hjá hennara floksformanni vil vera við. 


- Í løtuni hava vit onga trygd fyri, at øll tiltøkini í ólavsøkupakkanum verða samtykt. Tí mugu vit vera opin fyri, at hallið verður størri, sigur Eyðgunn Samuelsen. 


Men hesir tónar hóva ikki formanninum í fíggjarnevndini. Fyri Anfinn Kallsberg er fremsta búskaparpolitiska uppgávan nú at tálma vøkstrinum í almenna rakstrinum og um neyðugt at spara eksisterandi funktiónir burtur, so hallið ikki veksur. 


- Vit hava eitt hall á 767 milliónir krónur. Um vit ikki fáa tamarhald á vøkstrinum í almennu útreiðslunum, og um vit framhaldandi skulu fíggja okkara samfelag fyri læntar pengar, so verða tað skjótt onnur enn vit sjálvi, sum koma at seta treytirnar. Tað hava vit roynt áður, tað uppliva íslendingar í hesum tíðum, og ta støðuna mugu vit ikki koma í, sigur Anfinn Kallsberg. 


- Tí eigur fíggjarnevndin treytaleyst at halda seg til samtykta karmin, og tí mugu vit ikki byrja at slaka í krøvunum til okkum sjálvi, slær Kallsberg fast.

Hann heldur tað vera ov tíðliga at siga nakað um ítøkilig inntriv, tí fíggjarnevndin hevur framvegis ikki gjøgnumgingið uppskotið konto fyri konto. Men hann er til reiðar at spara, um ymsu sparitiltøkini í ólavsøkupakkanum ikki gerast veruleiki. 



Hvør hevur valdið?

Í dag, fríggjadagin, er samgongufundur, og Anfinn Kallsberg vónar at fáa nærri boð um, hvat landsstýrið hevur í kvittanum. Higartil hevur hann ikki verið serliga imponeraður av leiðsluni í Tinganesi, sum eftir hansara tykki als ikki hevur gjørt neyðuga politiska fótarbeiðið. 


- Eg havi ongantíð upplivað so avmarkaða politiska viðgerð í samgonguni, áðrenn landsstýrið hevur lagt fram eitt fíggjarlógaruppskot, sigur Anfinn Kallsberg. 


Fíggjarmálaráðharrin skilir als ikki kritikkin frá Kallsberg og heldur, at sjáldan hevur tilgongdin verið so nærløgd sum í ár við óteljandi fundum í lítlu samgongu. 


- Trupulleikin hjá Anfinni er, at hann hevur start seg blindan uppá eina ávísa konto, nevniliga tunlarnar norður um Fjall, sum landsstýrið hevur strikað í ársins uppskoti, svarar Eidesgaard aftur. 


Jú, tunlarnir norður um Fjall eru framvegis partur av dagsskránni hjá Kallsberg. Víst skulu vit spara, men vit skulu eisini gera íløgur, og sambært fíggjarnevndarformanninum hevur ársins íløgukarmur saktans rúm fyri tunlunum á hansara politiska heimabeiti. Nógv bendir á, at hetta verður meiri enn trupult at fáa ígjøgnum, tí rákið í løgtinginum tykist vera ímóti stórum íløgum í tunlar, sum binda landskassan fyri hundraðtals milliónir komandi árini. 


Samgongan gongur nú eini turbulentari tíð á møti, og eyguni eru vend ímóti telvingini í fíggjarnevndini. Einans tíðin fer at vísa, um nevndin aftur í ár kemur út sum ein samlað rødd, ella um nevndin býtir seg sundur í meiriluta og minniluta. Við borðsendan situr Anfinn Kallsberg, sum longu hevur brett upp um ermar.